Her mistu tveir bilførarar koyrikortið í gjár

Tey, sum búgva Undir Fossum í Klaksvík, serliga foreldur, hava havt stóran ampa av, at bilarnir koyra ov hart

Her, Undir Fossum, hava bilførarar lyndi til at koyra alt ov skjótt
Áki Bertholdsen
2. juli 2024 kl. 07:59

Í gjáramorgun gjørdi løgreglan í Klaksvík ferðmátingar á vegastrekkinum Undir Fossum, sum er í bygdum øki og har tað sostatt er loyvt at koyra 50.

Hetta er ein beinur og góður vegur, har bilførarar hava lyndi til at koyra alt ov hart. Fólk, sum búgva har um vegir, serliga foreldur, hava havt stóran ampa av, at bilarnir koyra alt ov hart.

Fyrr í summar gjørdi løgreglan vart við, at av tí sama fóru tey at gera ferðslukanningar har við jøvnum millumbilum.

Fólk, sum búgva á vegnum, hava gjørt vart við viðurskiftini fleiri ferðir og herfyri varð gjørt av at seta hámarksferðina niður til 40 kilometrar um tíman.

Í gjáramorgun varð løgreglan Undur Fossum og kannaði ferðsluna. Og upp á ein tíma vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov hart og teir fingu allir einar 3.000 - 4.000 krónur í bót.

Men umframt bótina fekk ein maður klipp í koyrikortið, tí hann er skráettur fyri at hava koyrt 60 kilometrar um tíman. Sostatt var hann bara ein kilomtur frá at missa koyrikortið.

Ein annar bilførari varð skrásettur fyri qt koyr 61 kilometur um tíman og tað var akkurát nokk til at hann misti koyrkortið treytað, so hann má taka tað um aftur.

Og so varð ein bilførari, sum varð skrásettur fyri at koyra 65. Men av tí, at hann hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár, fekk hann koyriforboð. Tað merkir, at hann skal taka koyrikortið um aftur, men hann sleppur ikki at koyra aftur til hann hevur fingið tað aftur.

Løgreglan sigur, at talan var ikki um ein ungan bilførara, men um ein, sum bara hevði tikið koyrikortið seint.