Heimsmálini á filmi 2024: Stuttfilmskapping um vatn


Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í heyst fyri stuttfilmskapping fyri flokkar og bólkar í hádeild og á miðnámi. Kappingarevnið í ár er heimsmál 6, sum snýr seg um reint vatn og reinføri.

Tíðindaskriv - Nám
12. juni 2024 kl. 21:00

Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og frásøgumátin er upp til næmingarnar í samráð við læraran. 

Skriv er sent til lærarar, har upplýst verður um smálutir í kappingini. Nevnt verður, at inspiratión er at finna á ráðstevnuni First Island Water Congress, sum Jarðfeingi skipar fyri í Norðurlandahúsinum í septembur.

Stuttfilmurin verður gjørdur sum partur av undirvísingini, og lidni filmurin skal eisini kunna brúkast til undirvísing.

Innkomnu filmarnir verða mettir eftir trimum viðurskiftum: 

  • Hvussu sannførandi søgan er

  • Hvussu tøknin er frágingin

  • Hvussu tað hevur hepnast at brúka filmisk frásøgusnildi.

 

Í dómsnevndini sita Árni Øregaard, Karina Toftegaard, Birgir Kruse og Sólvá Jónsdóttir.

Freistin at lata lidna filmin inn er úti 12. novembur 2024 kl. 23.59. Týskvøldið 3. desembur 2024 kl 19:00 verður eitt úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio. Tá fer útgávuleiðarin í Námi at kunngera vinnaran og handa vinningin.