Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar: Hava funnið blýggj í Pippi-krússum til børn

Blýggj ávirkar nervalagið og tí eiga foreldur ikki at geva børnum tey at drekka úr

Áki Bertholdsen
3. mai 2024 kl. 21:01

Heilufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti nøkrum emaljeraðum barnakrússum við Pippi Smokkuleggi á.

Fyrbils vita tey um. fýra krúss, sum eru keypt í Nips í ár. Men hevur onkur keypt sama slag krúss aðrastaðni, mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan teimum til at seta seg í samband við sølustaðið, har tað krússið er keypt fyri at vita um tað er fevnt av afturkallingini.

Krússini eru afturkallað, tí tað er ov nógv blýggj í hesum slagi av krússum. Talan er um emaljerað barnakrúss sum kallast Muurla, Pippi Longstocking, 2,5 dl.

Art. 1404-025-02

Lot nummar: Ser. No. K23

EAN-strikukota: 6416114961900

Blýggj ávirkar nervaskipanina. Serliga tolir nervaskipanin hjá børnum illa blýggj, tí tað er skjótt at tað ávirkar innlæringarevnini og intelligensin. 

Tað kann ikki útihúsast, at tað er ein vandi hjá børnum at drekka úr hesum krússimum, og tí eigur tað ikki at brúkast, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Tey, ið annars hava keypt eitt av hesum fýra krússunum, sum eru seld í Nips í 2024, eiga at fara aftur í handilin við vøruni, leggja tey afturat.