Hava lagt eina bumbu undir tjóðleikhúsið í Havn

Nú sigur Havnanevndin hjá býráðnum knappliga nei til at byggja Tjóðleikhús á Eystarubryggju, men borgarstjórin sigur, at soleiðis arbeiðir Tórsjavnar býráð ikki

Soleiðis høvdu tey hugsað sær, at tað fer at síggja út frá sjónum
Áki Bertholdsen
16. apríl 2024 kl. 17:46

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at Tjóðleikhúsið skal byggjast á Eystarubryggju, og tað stendur við  

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Hesi bæði seinastu árini hevur annars verið arbeitt út frá tí, at tjóðleikhúsið skal vera á Eystarubryggju. Tað er úrslitið av eini arkitektakapping, sum var um tjóðleikhúsið, og tað er eisini einmælt samtykt í Tórshavnar Býráði.

Men í dag var ein bumba løgd undir hesa ætlanin tá ið in.fo skrivaði, at tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju. Les meiri her: https://in.fo/news-detail/tjodleikhusid-verdur-ikki-bygt-a-eystaru-bryggju

Nú hevur havnarnevndin hjá býráðnum nevniliga samtykt, at tjóðleikhúsið ikki skal vera har kortini, tí tað fer at darva útbyggingum á havnarlagnum.

Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, er ikki samdur. Hann sigur, at býráðið hevur einmælt samtykt at tað skal vera á Eystaru bryggju og tað hevur býráðið eisini kunnað landsmyndugleikarnar um.

Tí kann ætlanin ikki broytast nú, tí soleiðis arbeiðir Tórshavnar kommuna ikki, staðfestir borgarstjórin.

Hann sigur, at hetta er eisini ein spurningur um trúvirðið hjá býráðnum hann fer ikki at góðtaka, at ivi verður sáddur um tað. 

Hann sigur, at heldur havnarnevndin, at tjóðleikhúsið fer at darva útbyggingum á Tórshavnar Havn, áttu tey at havt gjørt vart við seg fyri langari tíð síðani, og ikki komið sum ketta upp út høvdatrog við tí nú, tá tekningar eru gjørdar og arbeitt hevur verið við hesi ætlan o

Hann sigur, at nú kemur málið so aftur fyri í býráðnum, og so verður ein støða tikin, men hann ivast heldur ikki í, at úrslitið verður tað sama.

– Vit fara ikki at brúka tjóðleikuhúsið til kastibløku, og eg vil hava, at vit halda tað, vit hava samtykt, leggur hann afturat.

Hann sigur, at eyðvitað kunnu tillagingar gerast, tað kann kanska flytast, ella broytast, so at allir partar kunnu liva við tí og tað ikki er til hindurs fyri virksemið á havnarlagnum - men á Eystarubryggju skal tað vera, sigur hann.

Hann sigur eisini, at nú fer hann at tosa við partarnar í málinum, eisini Mentamálaráðið.