Hátíðarhalda aftur arbeiðaradagin á Reyða Torginum í Vestmanna

Tey, sum halda røðu, er ein fakfelagskvinna, ein rithøvundur og ein løgtingsmaður

Áki Bertholdsen
27. apríl 2024 kl. 14:48

Mikudagin er 1. mai og tað er altjóða arbeiðaradagur. Tað er ein dagur, sum verður hildin runt um í heiminum, eisini ymsastaðni í Føroyum.

Ein bygd, har tey hava hátíðarhildið arbeiaradagin hesi í tíggju ár, er í vestmanna. Tátturin varð tikin upp í 2014, men kortini datt ringasta koronuárið, 2020, burtur ímillum.

Men síðani hevur alt aftur verið við tað gamla og sostatt verður altjóða arbeiðaradagurin aftur hildin á Reyða Torginum mitt í Vestmanna og tað verður klokkan 16 mikudagin.

Frá vinstru, Uni Arge, Beinta Klakstein og Uni Holm Johannesen

Røðarar hesaferð verða ein fakfelagskvinna, ein rithøvundur og ein løgtingsmaður. Røðarar verða nevniliga Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður.

Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala, Tjóðsangin og eini tvey løg aftrat. Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.

Tey, sum skipa fyri, eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.