Hann kláraði ikki at halda seg á tí smala vegnum

– Hann fekk hjálp at koma til Norrønu

Áki Bertholdsen
16. juni 2024 kl. 09:11

Fyrrapartin í gjár fór ein bilur út av á Saksunarvegnum. Vegurin er smalur og tað er ikki ókent at bilar, serliga við útlendskum bilførarum, fara út av.

Tað hendi so í gjáramorgunin. Bilurin fór út av, men fólkaskaði var eingin. Bilførarin skuldi við Norrønu, so løgreglan sigur, at hann fekk hjálp at koma til Havnar og bilurin varð eisini fingin á ferjuleguna í Havn, so at hann hann sleppur av landinum aftur.

Annars varð ein bilførari tikin fyrrapartin í gjár og tá ið hann blásti í alkometrið, slóð tað út, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.