Gerningsmaður til ógvusligt álop við Sandá er handtikin

Ein kvinna varð álopin og illa viðfarin og løgreglan sóknast nú eftir vitnum

Áki Bertholdsen
30. apríl 2024 kl. 10:33

Umleið klokkan 20 sunnukvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein kvinna í tjúgunum var álopin, ímeðan hon gekk túr eftir gøtuni ovarliga við Sandá í Havn. 

Gerningsmaðurin leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi ógvusligan harðskap móti henni. Kvinnan fekk ymiskar skaðar av álopinum og varð innløgd á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Umleið 15 minuttir eftir álopið handtók politiið ein mann í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. 
Ákæruvaldið førdi mannin fyri rættin seinnapartin í gjár og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Maðurin, sum er í tríatiárunum og er útlendingur, noktaði seg sekan. Hesar fýra vikurnar skal løgreglan so brúka til at lýsa málið, áðrenn tað verður endaliga avgjørt í Føroya Rætti.

Stutt áðrenn álopið sá kvinnan ein mann, sum gekk eftir gøtuni frá AB-húsinum á Argjum oman móti Sandá, fyri síðani at snara til høgru eystureftir/omaneftir gøtuni.

Hetta var ikki gerningsmaðurin, men hesin maðurin kann hava møtt gerningsmanninum, og løgreglan vil tí fegin hava samband við hann. Løgreglan heitir eisini á onnur, sum hava sæð nakað til hendingina, ella, sum hava verið har um vegir hesa tíðina sunnukvøldið, sum at siga frá.
Løgreglan ger í løtuni umfatandi kanningar í málinum, eitt nú teknskar kanningar, DNA-kanningar og, umframt at fólk, sum kunnu hava hoyrt ella sæð tilburðin, verða avhoyrd.