Gera ikki meiri við kommunusamanlegging

– Hetta var ein stór álitisváttan til býráðið á Tvøroyri, sigur borgarstjórin á Tvøroyri

Áki Bertholdsen
16. juni 2024 kl. 10:59

Nú verður ikki gjørt meiri við málið um kommunusamanlegging í Suðuroy. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni í gjár um at leggja Tvøroyrar Kommunu og Hvalbiar Kommunu, saman.

Sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, var sannførandi meiriluti á Tvøroyri fyri samanlegging, tí heili 73,7 prosent av teimum, sum vóru á vali, atkvøddu fyri samanlegging.

Men hvalbingar góvu Tvøroyrar Kommunu krakk, tí har vóru 54 prosent av veljarunum ímóti kommunusamanlegging.

Kristin Michelsen sigur, at hetta var ein roynd at styrkja økið. Men nú hevur fólkið tala og hann virðir úrslitið til fulnar.

Hann sigur, at sostatt verður ikki fleiri royndir gjørdar at fáa kommunur at leggja saman - í hvussu so er fer hann ikki at gera fleiri royndir til tað.

Men tað, hann serliga fegnast um, er stóra undirtøkan á Tvøroyri fyri samanlegging.

Hann tekur hetta sum eina stóra álitisváttan á Tvøroyrar Býráð.

– Vit hava biðið fólkið talað og tað hava tey nú gjørt, leggur hann afturat.

Annars skerst heldur ikki burtur, at hetta málið um samanlegging, hevur fylt nógv meiri hjá Hvalbingum og sandvíkingum enn tað gjørdi hjá Tvørafólki.

Í Hvalba og í Sandvík, var valluttøkan heili 93 prosent, men á Tvøroyri var hon bara 62,4 prosent.

Kristin Michelsen heldur, at ein orsøk til, at ikki fleiri hava verið á vali á Tvøroyri, er, at tey, sum hava verið ímóti samanlegging, hava rikið óvanliga hart fyri at fáa fólk at lata vera við at atkvøða fyri.

Tey hava skrivað nógv, tey hava ringt til fólk og sett seg í sambandi við fólk við sms-boðum og á sosialum miðlum.

Hann vísir eisini á, at í Hvalbiar Kommunu vóru bara 31 atkvøður á muni ímillum tey, sum søgdu ja og tey, sum søgdu nei, so tað skuldi ikki nógv til at koppa úrslitið til frama fyri samanlegging.

– Men tað varð so ikki og tað taka vit til eftirtektar, sigur Kristin Michelsen.