Georiga setti portugisisku favorittarnar upp á pláss

Nú bíðar Spania í 1/8 finaluni

Jóannes Hansen
26. juni 2024 kl. 22:35

Tað er øgiligur rómur í georgisku fótbóltsleguni í Gelsenkirchen í kvøld. Eingin hevði roknað við, at Georgia fór at megna nakað sum helst í EM endaspælinum. Georgia hevur ongantíð áður verið við í einum endaspæli, men tað kann ikki sigast annað, enn at Georgia av álvara hevur gjørt ein vørr í bólki F.

Tað var longu undan dystinum hjá Georgia í kvøld ímóti Portugal, at Portugal hevði vunnið bókin. Tí vóru fleiri av teimum, sum annars hava sitið nógv á beinkinum, í kvøld á vøllinum. Portugal var kortini roknað at vera stórur favorittur, men tað løgdu teir úr Georgia einki í.

Georgia vann 2-0. Fyrr málið skoraðu teir longu í 2. minutti. Tólv minuttir eftir steðgin umsetti Georgia brotsspark til mál, og so megnaði Georgia at halda tørn. Portugisiska trýstið var heilt stórt, men verjuspælið hjá Georgia var væl skipað, og málverjin var ein knassi.

Georgia varð roknað at eiga liðið, sum øll hini fóru at vinna lættar sigrar ímóti. Nú hevur Georgia tryggjað sær pláss í 1/8 finaluni, har mótstøðuliðið verður Spania.

Turkaland vann 2-1 ímóti Kekkia, sum var undirmannað eftir tvey gul kort. Kekkia er á veg til hús, meðan Portugal og Kekkia við seks stigum og Georgia við fýra stigum halda fram í kappingini.