Georgia skrivaði søgu

Keðiliga søgan hjá Kekkia er, at tað eru 44 ár síðani, at eitt lið hevur skotið so nógv ímóti málinum uttan at vinna

Jóannes Hansen
22. juni 2024 kl. 18:49

Tað endaði 1-1, tá ið Kekkia og Georgia spældu dagsins fyrsta dyst í EM endaspælinum. Úrslitið gleið væl niður hjá teimum í Georgia, tí hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Georgia vann stig í EM endaspæli.

Hjá kekkum kennist úrslitið ikki so hugaligt. Kekkia hevði tað mesta av tíðini yvirvág í spæli, og Kekkia hevði 12 royndir ímóti georgiska málinum. Hagtalsnørdar verða í miðlunum endurgivnir fyri at siga, at tað ikki er komið fyri síðani EM endaspælið í 1980, at eitt lið hevur havt so nógvar atsóknir og málroyndir uttan at vinna.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki hildu kekkar, at teir høvdu lagt seg á odda, men so segði VAR, at tað var umvegis armin, at Hlozeks skoraði, og so var málið kolldømt.

Stutt undan steðginum var VAR aftur upp á spæl, og aftur var tað Georgia til fyrimunar. Tað varð staðfest, at bólturin rakti í armin á einum kekkiskum verjuspælarar. Dómarin dømdi brotspark til Georgia, sum Georges Mikautadze umsetti til mál og 1-0 hálvleiksleiðslu til Georgia.

Eftir steðgin legði Kekkia nógv fyri í royndini at javna, og tað eydnaðist, tá ið ein lítil tími var farin. Patrik Schick var fyrstur á returbólti, og við bringuni stýrdi hann bóltin inn um málstrikuna og so var 1-1.

Kekkia legði øgiliga nógv fyri í royndini at skora sigursmálið. At tað ikki eydnaðist komst ikki minst av, at Giorgi Mamadaghvili var sannur brandur millum stólparnar hjá Georgia.

Tá ið tað restaðu heilt fá sekund var um reppið, at Georgia fór avstað við sigrinum. Tað var gott pláss, tí kekkiska legði spenti álopsbogan í botn. Faba Lobjanidze varð spældur púra leysur frammanfyri kekkiska málið, men heldur enn at sparka bóltin í málið, so sendi hann bóltin omanfyri tvørtræið, og so endaði tað 1-1.

Kekkia og Georgia vunnu í dag teirra fyrsta stig í hesum EM endaspælinum. Í síðsta umfari í innleiðandi bólkaspælinum í bólki F fer Georgia mikudagin at spæla ímóti stórfavorittunum úr Portugal, meðan Kekkia fer at spæla ímóti Turkalandi. Hesin seinni dysturin verður ivaleyst avgerandi fyri, hvør fer at halda fram í kappingini saman við Portugal.