Fýra bilførarar komu í hóslag við løgregluna - ein fekk koyriforboð

Annars hevur náttin verið stak friðarlig

Áki Bertholdsen
8. september 2024 kl. 09:26

Sum heild hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni í gjárkvøldið og í nátt. Onkur ringdi at klaga um, at onkur í grannalagnum hevði tónleikin alt ov hart frá, men tá ið løgreglan kom á staðið,var friður, so meiri varð ikki gjørt við tað. Boð vóru eisini eftir løgregluni nakrar ferðir til fólk, sum vóru ólátað og, men tey málini vórðu avgreidd áðrenn meiri hendi, so meiri verður ikki

Hinvegin gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymstastaðni í Eysturoy á leiðini við Gøtu, Gøtugjógv og Kambsdal. Og har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt - og teir koyrdu alt ov skjótt.

Ein fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra góðar 70 í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Og ein bilførari misti koyrikortið treytað fyri at koyra 117 kilometrar í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80. Hann má so upp til nýggja koyriroynd, annars missur hann tað.

Men so var tað ein somuleiðis ein ungur bilførari, sum fekk beinleiðis koyriforboð fyri at koyra 86 í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50.

Hann var um 20 ára aldur og hevði sostatt havt koyrikortið styttri enn trý ár og tá eru reglurnar strangari. Og nú má hannso seta bilin til hann hevur tikið koyrikortið um aftur.

Hevði hann havt koyrikortið longri enn trý ár, hevði hann fingið eina treytaða frádøming.

Í Suðuroy varð ein bilførari tikin í gjárkvøldið og hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Og í morgun hendi eitt lítið ferðsluóhapp á skála har ein bilur fór út av. Tvey fólk vóru í bilinum og at síggja til fingu tey ikki skaða, men av trygdarávum fóru tey á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan veit ikki, hví tey koyrdu út av, men førarin var í øllum førum edrúur.