Føroyskur politistur og politihundur heiðraðir fyri eitt serligt bragd

Heiðurssteypið varð handað í gjár

Áki Bertholdsen
13. september 2024 kl. 14:09

Í gjár fingu hundaførarin, Finn Hansen, og politihundur hansara, Tobbi, heiðurssteypið, sum hvørt ár verður latið einum hundaførara í danska kongaríkinum, sum hevur framt eitt heilt serligt bragd

Heiðurssteypið, sum Ríkispolitistjórin letur, er ein viðurkenning til ein hundaførara, ið hevur framt eitt serliga gott avrik og sostatt bjargað einum barni, einum sjúkum fólki, ella einum ússaligum eldri fólki. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur politistur fær henda heiður.

Heiðurin verður latin í kjalarvørrinum á eini ógvusligari hending, sum skuldi loysast undir truplum umstøðum, og sum tíbetur endaði væl.

Men tey siga ikki, akkurát hvat tað var. Men tey siga, at tað var í sambandi við, at tey leitaðu eftir einum fólki, sum var í neyð, og tað var nettupp Tobbi, sum fann viðkomandi. Men viðurskiftini í Føroyum eru so smá, at tey hava ikki nágreiniligari upplýsingar um hendingina.
Svarti sjefarin, Tobbi, er einasti hundur í bólki 1 í Føroyum. Hetta er hægsta stig, ein patruljuhundur kann fáa.

Til staðar á heiðursløtuni í Ríkispolitinum í Keypmannahavn. Frá vinstru:

  • John Jensen, varapolitiinspektørur í Nordsjællands Politi, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri politihundarnar í danska kongaríkinum

  • Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur

  • Thorkild Fogde, ríkispolitistjóri

  • Finn Hansen, politistur og hundaførari

  • Jan Eli Dam, hundafakligur samskipari

  • Michael Boolsen, fúti