Føroyskir fimleikarar fingu heiður í Italia 

Eitt fjølment lið úr Eysturoynni hevur verið á fimleikastevnu í Italia

Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 14:15

Hesa vikuna hevur Fimleikafelagið Støkk verið við á stórum fimleikafestivali í Italia. Talan er um festivalin, Festival del Sole, sum er í Riccione í Italia, og heili 70 fimleikarar úr Støkk hava verið við.

Í gjár var endahátíðin á tí stóra pallinum, og Støkk sigur, at har vóru fleiri túsund áskoðarar til staðar.

Støkk framførdi á pallinum, og eftir framførsluna vann Støkk heiður fyri at vera tað liðið, sum hevði flest fimleikarar við á festivalinum eftir fólkatalinum í heimlandinum. 

– Tað er stuttligt at kunna umboða Føroyar á henda hátt, og vit í Fimleikafelagnum Støkk eru errin av heiðrinum, sum setur kikaran á breiddarfimleikin og felagsskapin, siga tey í Støkk

Annars vóru 90 lið við umleið 3.000 fimleikarum við á festivalinum, og tey vóru úr fleiri londum.

Fyri tveimum árum síðan fór Støkk av álvara undir arbeiðið at økja um áhugan fyri at gera fimleik, og í hesum arbeiði varð dentur lagdur á at styrkja bæði breiddarfimleikin og kappingarfimleikin.

– Hetta hevur eydnast sera væl, og liðið sum nú er í Italia, er eitt úrslit av tí arbeiðnum, sigur felagið. Tey siga eisini, at limatalið í felagnum er munandi økt hesi seinastu tvey árini.

Endamálið hjá Støkk er, at øll skulu kunnu gera fimleik, og at tað er gott samanhald og góður trivnaður, og at felagskenslan er sterk. 
– Hetta hóskar eisini sera væl til grundhugsanina hjá ÍSF, um at øll skulu vera við, og at breiddarítrótturin er líka neyðugur sum úrvalsítrótturin. 

– Støkk tekur undir við hesi hugsjón, og hevur leingi havt eitt brennandi ynski um at styrkja hendan partin av felagnum, sigur felagið, í tíðindaskrivi.

Fimleikararnir koma aftur til Føroya í kvøld, leygarkvøldið