Fleiri læknar afturat hava nú skrivað undir áheitanina um fría fosturtøku

Teir siga, at atgongd til lógliga og trygga fosturtøka er heilsurøkt

Áki bertholdsen
22. apríl 2024 kl. 07:54

Nú hava tilsamans 64 læknar skrivað undir eina almenna fráboðan um, at teir halda, at avgerðin um fosturtøku skal liggja hjá kvinnuni sjálvari.

Um vikuskiftið skrivaðu vit, at 44 læknar høvdu skrivað undir eina almenna fráboðan um, at teir tóku undir við, at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum.

Men nú hava 20 læknar afturat skrivað undir fráboðanina. 

Læknar fyri fríum vali, sum teir kalla seg, siga, at teir taka undir við, at kvinnan skal hava ræðið á sínum egna kroppi. Teir siga eisini, at frí fosturtøka er heilsurøkt og at avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni

Teir vísa á, at síðsta summar kunngjørdi læknafelagið eina spurnarkanning um galdandi fosturtøkulóg í Føroyum.

Av teimum, ið svaraðu, søgdu 89 prosent, ella 106 læknar, at kvinnan skal taka avgerðina og at galdandi lóg eigur at verða broytt, so at tað stendur til kvinnuna sjálva at gera av um hon vil hava fosturtøku innan fyri eitt ávíst tíðarmark.

Síðani er uppskot um fría fosturtøku upp til 12, viku lagt fyri Løgtingið og í hesum sambandi hava læknar tikið stig til samla undirskriftir. Og higartil hava 64 læknar fyri fríum vali, skrivað undir upp á, at teir teir taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi. 

– Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni, siga teir

Higartil hava hesir 64 læknarnir skrivað undir:

Gerda Ferjá Heldarskarð 
Turið Jónleyg Rein 
Andrea Vatnsdal 
Rúni Haraldson 
Bára Randrup Joensen 
Turið Akraberg Poulsen 
Ragnar Tausen 
Stina av Kák Kollsker 
Niclas Højgaard Eysturoy 
Marin í Dali 
Katrin Olsen 
Katrina Clementsen 
Amalia Danielsen 
Turið Johannessen 
Ronja Mikkelsen 
Kristina Brekkstein 
Bára Óladóttir á Dunga 
Dagmar Johannesen 
Henný Haraldsen 
Sebastian Dahl Wærnskjold 
Marnar Fríðheim Kristiansen 
Mia Heinesen 
Dorrit Bech Joensen 
Eyðbjørg Gaard 
Birita Debes
Rannveyg Friðriksdóttir
Jacobina Kristiansen 
Lillian Danielsen 
Sára Johannesen 
Elin Holm 
Guðrun Morrensen 
Herborg Líggjasardóttir Johannesen 
Ása Jacobsen 
Guðrun Zachariasen 
Jeaneth Løkjá 
Fríða við Streym 
Maria Winther Dalsgaard 
Birna Skaalum Petersen 
Anneke Højrup 
Absalon Eysturoy 
Rebekka Blak 
Rúni Seloy 
Turid Holm 
Annika Olsen 
Ragnfríð Kannuberg Tórolvsdóttir
Guðrun Holm Jacobsen 
Billa Mouritsardóttir Foldbo 
Malan Vitalis Joensen 
Lív í Soylu
Elsa Splidt Jacobense
Jørgen Martin Meinhardsson
Fróði Vatnhamar Olsen
Bjørk K. Sofíudóttir
Katrin Rubek Nielsen 
Tórhild Holm 
Rannvá Kass Abrahamsen
Bartal Hestoy 
Svanna Trygvadóttir 
Rannvá Trygvadóttir 
Ester Weihe Jacobsen 
Barbara í Billustovu 
Solfrid Jacobsen
Sára Rossetti 
Konni Kass
Monika Biskopstø

Stigtakarar til at samla undirskridriftir eru Turið Jónleyg Rein, lækni á medicinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og Gerda Ferjá Heldarskarð, lækni á deild fyri gynækologi og obstetrik í Hillerød. 

Tey siga, at tey eru ikki liðug at samla undirskriftir, men arbeiða framhaldandi við tí.