Fingu ein svikara í telefonina - løgdu tíbetur hornið á

Løgreglan ávarar fólk ímóti at geva nakrar upplýsingar frá sær

Tá ið løgreglan ringir til fólk, er tað ikki við duldum nummari
Áki Bertholdsen
12. september 2024 kl. 07:52

Í gjár ringdi tvey fólk til løgregluna at greiða frá, at tey høvdu fingið eina merkiliga telefonuppringing. Tað var eitt dult nummar sum ringdi, men røddin í hinum endamum var donsk.

Tann, sum vórðu uppringd, vórðu spurd um tey høvdu tikið lán í seinastuni. Men løgreglan sigur, at tíbetur óraðu tey ilt og løgdu bara hornið á.

Í hesum sambandi ávarar løgreglan fólk ímóti at geva nakrar sum helst upplýsingar um kontunummur, gjaldskort, ella nakað annað, frá sær. Uttan iva er hetta enn ein roynd at svika pengar frá fólki

Løgreglan sigur eisini, at tá ið løgreglufólk ringja til fólk, er tað ikki við duldum nummari, tó fólk skulu vita, hvør tað er sum ringir, so at tey altíð kunnu ringja aftur, skuldi nakað verið.

Løgreglan sigur, at í hesum føri misti eingin nakað, so málið verður skrásett, men annars verður ikki meiri gjørt við tað. Hevði onkur havt verið fyri missi, høvdu tey roynt at funnið út av, hvør tað var, sum ringdi, men løgreglan hevur altíð sagt, at slík mál eru ógvuliga trupul at loysa.