Fimm føroyingar við í kappingini um at verða sterkasti unglingi í Norðurlondum

Kappingin verður nú um vikuskiftið

Áki Bertholdsen
13. september 2024 kl. 11:40

Hesar komandi dagarnar fara fimm styrkilyftarir úr Føroyum at vera við í NM fyri Sub-junior og junior, sum verður í hølunum hjá Horsens Styrkeklub .

Tey fimm eru Aron Matras Jensen, Marta Nolsøe, Petur Fróðason, Rósa Matras Jensen, Sofus B. Jakobsen, sum øll venja í Burn, og Hjalmar Berthelsen er við sum hjálpari.

Nakrir av lyftaranum hava verið í NM fyrr - millum annað Rósa, sum fekk eitt flott annað pláss tá honn luttók síðsta ár.

Tað verða Rósa og Marta sum leggja út við at lyfta. Kappingin hjá kvinnum byrjar í dag, fríggjadagin, klokkan 13:00 føroyska tíð. Menninir lyfta leygardagin, og har verður kappingin sett í gongd klokkan 13:30 føroyska tíð. Allir luttakararnir lyfta sum junior-lyftarar, tað eru lyftarar, sum eru 19 til og við 23 ár.

Aron Matras Jensen sigur, at hann fer at royna at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt. Tað skal so sigast at Aron siglur til dagligt, so tað er avmarka hvussu nógv og hvat hann kann venja.

Marta Nolsøe sigur, at hon fer at royna at fáa meira í bonkpress enn til seinastu kapping, men sigur í fyrsta umgangi við einum smíli, at honn má klára “weigh-ins”. Tað er sera umráðandi at klára at viga seg inn til tann vektbólkin, man hevur meldað seg til, annars sleppur man ikki at luttakað.

Petur Fróðason sigur, at hann ætlar at fáa eitt betri avrik enn til seinastu kapping. Petur kappaðist eisini til FM 2024 í summar. Síðani tá hevur hann fingið sær Regin Stergakis sum personligan venjara, sum var og vitjaði í Føroyum stutt aðrenn.

Rósa Matras Jensen sigur, at hon satsar uppá at fáa met í beinbend (squat) og vónandi eisini rættsøðulyft (deadlift). Rósa hevur í løtuni øll fýra metini hjá kvinnum í Føroyum í -84 klassanum.

Sofus B Jakobsen sigur, at hann fer at satsa uppá at klára seg betri í øllum. Hann hevur sligið nógv personlig met upp til kappingina, og hevur øll fýra metini í -74 klassanum í junior bólkinum.