Fer frá eftir 50 ár í starvi

Hann er kendur lærari, skúlastjóri, hondbóltsspælari, telvari, og ymiskt annað

Hjalmar Hansen, vinstrumegin, takkar Hanusi Joensen fyri tíðina
Áki Bertholdsen
11. juli 2024 kl. 16:14

Í dag var hátíðarhald í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevari á fólkaskúlaøkinum, leggur frá sær fyri aldur, eftir at hava arbeitt við skúlaskapi í samfull 50 ár. Tað greiður Undirvísingarstýrið frá, og tað var eisini har, hátíðarhaldið var.

Tað eru nógv, sum kenna Hanus frá hansara tíð í fólkaskúlanum. Í nógv ár var hann skúlastjóri, fyrst í Kommunuskúla og síðani á Skúlanum á Fløtum.

Hanus er eisini kendur fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari og urguspælari. Síðani 2017 hevur Hanus verið ráðgevari starvast í Undirvísingarstýrinum

 Stjórin á Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, handaði Hanusi eina gávu og bar fram eina heilsan, har hann hann helt, at øll hesi 50 árini hevur tað uttan iva hevur ta verið fremst í hugaheimi Hanusar at hava ein góðan skúla.

– Tú ert framskygdur og sært heldur møguleikar enn forðingar, og smæðist ikki við at eggja okkum øllum til at seta okkum høg mál, segði hann í heilsanini.