Fara til Danmarkar at heiðra faðirin at føroyskum tónleiki

Tríggjar konsertir verða á Bornholm og ein verður á Christiansø

Áki Bertholdsen
7. mai 2024 kl. 11:11

GHM er eitt av vælkendu orkestrunum her á landi og í morgin, mikudagin, fara tey á konsertferð til Bornholm í Danmark. Danmarkarferðin varar eina viku og á ferðini fara tey at hava tríggjar konertir ymsastaðni á Bornholm og eina konsert á Christiansø.

Dirigentur er Maria Wang Reinert og tann fyrsta konsertin verður í Store Tårn á Christiansø fyrrapartin hósdagin.
Annars verður konsert á Svaneke Havn seinnapartin fríggjadagin og triðja konsertin verður í kirkjuni í Nexø leygarkvøldið. Seinasta konsertin verður so í Musikhuzet Bornholm í Rønne seinnapartin sunnudagin og tá fer Rønne byorkester eisini at spæla. 

Í 2024 eru 100 ár liðin, síðan Georg Kaspar Hansen doyði. Og tey, sum nú spæla í GHM, halda, at hetta er eitt gott høvi at heiðra og minnast Bakar Hansen og alt, hann hevur gjørt fyri føroyskt tónleikalív. 

Hendan konsertferðin verður nú tað eru 100 ár síðani Georg Hansen, vanliga nevndur Bakar Hansen, doyði.

Hann hevur havt ómetaligan týdning fyri føroyskt tónleikalív, tí tað sigst, at tað fyrst og fremst er hann, sum lærdi føroyingar at spæla tónleik og onkur hevur kallað hann faðirin at føroyskum tónleiki.

Í 1922 varð harmoniorkestrið, GHM, Georg Hansens Minde stovnað fyri at heiðra Bakar Hansen, sum tá var 78 ára gamal.

Hesir fyrstu GHM’ararnir høvdu lært at spæla horn og træblásaraljóðføri hjá Bakar Hansen úti á Reyni og tey vildu minnast hann við at stovna eitt harmoniorkestur. Tá var Bakar Hansen vorðin veikur, og í 1924 andaðist hann. 

Og tá ið tey fara til Bornholm at feiðra hann, er tað ikki av tilvild, tí Bakar Hansen vaks upp í Nexø á Bornholm. Pápi hansara sigldi við handilsskipum ímillum Danmark og Føroya í fleiri ár og soleiðis fingu tey stóran kunnleika til Føroyar. 

Á einum av ferðum var hansara sonurin, Georg Hansen, við sum messudrongur og tá bjóðaði handilsmaðurin, Restorff, honum at fara at læra til bakara í Danmark. 

Í 1866, tá hann var liðugur at læra, kom Georg Hansen aftur til Føroya og búsettist úti á Reyni. Summi halda, at hansara breyð vóru tey bestu í Havnini, men skjótt gjørdist hann eisini undangongumaður innan tónleikin. 

– Tað er ikki ov nógv sagt, at slóðin úr blómandi tónleikalívinum í Føroyum í dag gongur aftur til Bakar Hansen, sigur GHM í tíðindaskrivi í dag. 

Høgt virdi tónleikameistarin, Georg Hansen, gjørdist ongantíð kendur á Bornholm, men í fleiri førum hava GHM’arar ætlað at gjørt eina ferð hagar – bæði fyri at fortelja bornholmarum um bakaran og tónleikaran, og fyri at síggja umhvørvið, har Georg Hansen vaks upp og lærdi at spæla tónleik. 

– Hesi gott hundrað árini, GHM hevur virkað, hevur orkestrið fostrað hundraðtals horn- og træblásarar í einum einastandandi sosialum umhvørvi, ið hevur givið teimum evni og hug til at gleða onnur við tónleikinum, sigur GHM. 

– GHM fer nú sína fyrstu ferð aftur til røturnar, og tey gleða seg at fortelja bornholmarum um Bakar Hansen og vóna soleiðis, at føroyingar á Bornholm verða millum áhoyrararnar, leggja tey afturat.