Fara nú at friða eina part av náttúruni við Saksun

Økið verður friðað fyri alt - uttan fyri seyði.

Áki Bertholdsen
3. juli 2024 kl. 16:00

Nú verður ein kunngerð sett í verk, sum friðar ein part av nátturuni við Saksun alt fyri eitt.

Talan er um Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun, sum ætlanin er at friða alt fyri eitt og arbeitt verður nú við eini kunngerð um tað.

Endamálið við friðingini er at forða fyri at økið ikki fær størri skaða, tí tað tolir illa tola ferðslu, sigur Ingilín Didriksen Strøm landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Umhvørvisstovuni viðger eisini eitt mál um at friða tað serstaka náttúruøkið við Pollin í Saksun og tann viðgerðin heldur fram, eftir at hetta er friðað.

Fyri at forða fyri størri skaða, heldur Umhvørvisstovan, at í fyrsta umfari er tað neyðugt at seta bráðfeingisvernd í verk fyri Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun, tí økið verður hildið saman av gróðrinum.

Serliga Melin, á leiðini út á Lónna, tolir illa ferðsluna, sum er ígjøgnum økið, og týðilig tekin eru um at tað er máað burtur av, sigur landsstýriskvinnan.

Tað eru hes bæði reyðu økini, sum nú verður friðað

Fyri at at gróðurin kann koma fyri seg aftur, er ætlanin at girða økið inni og at beina ferðsluna uttan um Melina. Bráðfeingisverndin fevnir um tvey økir, sum tilsamans eru 2,5 hektarar til víddar, ella 25.000 fermetrar.

Landsstýriskvinnan sigur frá fólki í Saksun, at økið við Pollin er undir trýsti frá øktari ferðavinnu og tey hava mælt til, at økið verður friðað.

Ferðsluteljingar, sum Landsverk hevur gjørt á Saksunarvegnum, vísa, at har tað um veturin koyra einir 25 bilar til Saksunar um dagin, men um summarið er talan um 175 bilar um dagin.

– Ferðslan er sostatt sjey ferðir størri um summari enn um veturin. Skrásetingar hjá Visit Faroe Islands, vísa, at ímillum apríl og septembur í fjør, gingu 6.526 fólk út á Pollin og helst eisini um Melina.

Í fyrsta umfari verður økið ikki friðað fyri seyði. At forðað fyri seyði hevði sett størri krøv til girðingina, og eingin seyður var við Melina, tá ið økið varð skoðað, sigur landsstýriskvinnan.