Fara ikki at kanna menn fyri prostata - krabba

Vansarnir eru størri enn fyrimunirnir, sigur landsstýriskvinnan

Í framtíðini fer nýggi skannarin í Klaksvík at fáa ein avgerandi týdning, um so er, at vit fara at kanna menn regluliga fyri prostata-krabba
Áki Bertholdsen
3. juli 2024 kl. 08:50

Tað eru ongar ætlanir um at fara undir eina skipan, har menn verða kannaðir regluliga fyri krabba í prostata.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana um nøkur ætlan er um at fara undir at kanna menn regluliga fyri prostata í krabbameini, 

Margit Stórá sigur, at í nýggju Krabbameinsætlanini verður beinleiðis mælt frá at fara undir regluligar kanningar fyri krabba í prostata.

Hon sigur, at tað verður ikki gjørt í nøkrum Norðurlandi og sjálv hevur hon ongar ætlanir um at seta tað í verk í Føroyum heldur. 

Men koma altjóða tilmæli um at fara undir slíkar kanningar, verður málið sjálvandi tikið upp aftur, sigur landsstýriskvinnan.

Endamálið við slíkum, regluligum kanningum, er at uppdaga krabbamein tíðliga tí í løtuna verða kvinnur kannaðar regluliga fyri krabba í bróstunum og lívmóðrini.

Tá ið kannað verður fyri krabba og prostata, verður tað gjørt við eini blóðroynd, har psa-talið verður kannað.

Men tað verður mælt frá at brúka hendan mátan, tí tað førirtil nógvar óneyðugar kanningar. Í Krabbameinsætlanini verður ført fram, at slíkar regluliga kanningar høvdu helst havt við sær, at nógvir monnum, sum annars ikki høvdu merkt nakað til prostata-krabba, høvdu fingið óneyðuga viðger - og tað er ein viðger, sum ofta hevur hjáárin við sær, tí avleiðingin kann verða, at menn, sum eru í viðgerð fyri krabbamein í prostata, ikki halda vatninum og verða impotentir.

Kortini eru ábendingar um at einaferð í framtíðini fáa vit eitt altjóða tilmæli um at kanna menn regluliga fyri krabbameini í prostata og tá verður tað við nýggja skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Sum er, verður ikki mælt til at brúka skanning til at kanna menn regluliga fyri krabba í prostata. Men hinvegin hevur skannarin avgerandi leiklut fyri útgreiningina tá ið illgruni er um, at ein maður hevur prostatakrabba.