Fær eina heila mánaðarløn í bót

Løgreglan gjørdi ferðslukanningar í gjár og tað varð serliga dýrt hjá einum bilførara

Áki Bertholdsen
4. juli 2024 kl. 08:40

Í gjár gjørdi løgregan ferðslukanningar í Eysturoynni og í Streymoynni. Í Streymoynni var løgreglan á vegastrekkinum ímillum Kollafjarðartunnilin og rundkoyringina í Kollafjarðardali.

Har vórðu tríggir bilførarar tiknir - og teir fingu allir klipp í koyrikortið, afturat bótini. Har er loyvt at koya 80 og tveir bilførarar fingu bót og klipp í koyrkortið fyri at koyra ímillum gott 100.

Men so fekk ein annar bilførari eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra yvirum um hindrunarstrikuna mitt eftir vegnum.

Í Eysturoynni var løgreglan í Runavík tíðliga í gjáramorgunin tá ið fólk vóru á veg til arbeiðis, og foreldur eisini vóru á veg í skúla, ella dagstovn við børnum.

Endamálið var fyrst og fremst at kanna eftir um børn brúktu ta kravdu trygdarútgerðina, tað er trygdarbelti og at tey smáu eisini sótu á barnasetrum. Endamálið var eisini at kanna um bilførarar brúktu hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Og har var alt, sum tað skuldi vera.

Men hetta var ein dýr søga hjá einum bilførara, tí tá ið løgreglan sló hann upp á telduni, vísti tað seg, at hann hevði mist koyrikortið og tað var ikki so long tíð fráliðin, at hann kundi havt tikið tað aftur.

At koyra bil í frádømingartíðini, er dýrt, tí fyrstu ferð er bótin ein heil mánaðarløn, eftir skatt, Aðru ferð kostar tað 10 dagar í geglið.