Eru nú samd um treytirnar fyri at leggja kommunurnar saman 

Gongst sum ætlað, verður fólkaatkvøðu í Hvalba og á Tvøroyri um samanlegging í næsta mánað 

Áki Bertholdsen
7. mai 2024 kl. 08:46

Gongst sum ætlað, verður fólkaatkvøða á Tvøroyri og í Hvalba í næsta mánað um at leggja báðar kommunurnar saman.

Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri báðar kommunurnar, hevur samráðst um treytirnar fyri samanleggingini. Arbeiðsbólkurin er samdur og nú hava tey skrivað undir eitt semjuskjal um treytirnar fyri samanlegging. 

Í gjár tók Tvøroyar Býráð undir við málinum og semjskjalinum og í Hvalba verður bygdaráðsfundur í Hvalba mikukvøldið og tá fæst at vita hvørja støðu bygdaráðið hevur til semjuna, sum er gjørd.

Verður málið samtykt í bygdaráðnum í Hvalba, er liggur í kortunum, at fólkaatkvøða skal vera í Hvalba og á Tvøroyri umleið hálvan juni. 

Men frammundan tí verður ein borgarafundur afturat, har greitt verður frá semjuni, so at tey vita akkurát, hvat tey skulu atkvøða um.

Í semjuni verður staðfest, hvørjir hentleikar skulu vera í Hvalba, og hvat skal vera á Tvøroyri og semja er eisini um, hvussu viðurskiftini ímillum bæði plássini skulu skipast annars - og semja er eisini um, hvussu ein samanløgd kommuna skal eita.

Upprunaliga var ætlanin, at allar sjey kommunurnar í Suðuroy skuldu vera við í tilgongdini at leggja saman, men tær fýra kommunurnar í Suðuroy, Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, hildu ikki, at tíðin var búgvin til tað. Og síðani hava eisini fámjiningar meldað pass.

Um eina løti hava vit meiri um semjuna ímillum Hvalbiar bygdaráð og Tvøroyrar Kommunu