Eru á veg á Syðrugøtu við eini grind

Alt øki er lýst at vera grindaøki, so har skulu óviðkomandi halda seg burtur

Áki Bertholdsen
5. juli 2024 kl. 08:13

Fyrr í morgun varð ein grind funnin uttan fyri Syðrugøtu. Hon er heilt innarliga, innan fyri aliringarnar og nú verður gjørt klárt at reka hana inn á Syðrugøtu.

Løgreglan sigur, at talan er um eina lítla grind, einar 40-50 hvalir.

Men í hesum sambandi hevur Sýslumaðurin lýst alt øki rundan um grindina at vera grindaøki. Grindaøki er ein fjórðing í allar ættir, eisini uppeftir.

Tað merkir, at øll, sum einki hava við grindina at gera, skulu halda seg minst ein fjórðing burtur, og tað er heldur ikki loyvt at flúgva við dronu, ella nøkrum øðrum, uppi yvir grindini.