Enn er eingin niðurtøða um eldin í skúlanum á Glyvrum

Tey vita hvar eldurin kyknaði, men ikki hví

Áki Bertholdsen
17. september 2024 kl. 08:00

Enn er eingin niðurstøða um, hví eldur kyknaði á einum wc í skúlanum á Glyvrum mánamorgunin í farnu viku.

Tað var stutt eftir at tað hevði ringt inn mánamorgunin, at tey varnaðust at roykur fór um skúlan.

Øll vórðu flutt úr skúlanum, bæði børn og lærarar, og sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk bast eldinum.

Serfrøðingar frá løgregluni hava kannað eldsbrunan og tað er greitt, at orsækin til roykin var, at eldur var komin í ein pappírshaldara á einum wc.

Hinvegin hevur løgreglan hevur ikki gjørt sær nakra niðurstøðu um, akkurát hví eldur kom í - men tá varð sagt, at tey høvdu eisini funnið ein tendrara á gólvinum beint við.