Enn ein skottilburður í USA

Hendingin er hin triðja av sínum slag í USA seinasta samdøgrið.

Rannsóknarfólk við brotsgerðarstaðin á Lindberg Avenue í Methuen, Massachusetts.
Rúni Korsgaard
16. juni 2024 kl. 16:00

Í minsta lagi átta fólk eru særd, har av tvey eru í neyðstøðu, nú upp aftur ein skottilburður hevur verið í USA. Sorgarleikurin fór hesaferð fram í Methuen í amerikanska serstatinum Massachusetts.

Hetta vita fleiri amerikanskir heimamiðlar at boða frá.

Sum nú er, er eingin fráboðan um, hvørt løgreglan hevur handtikið nakran fyri atsóknina. Somuleiðis er ógreitt, nær hendingin nágreiniliga fór fram, og hvussu nógvir brotsmenn vóru.

Tilburðurin er hin triði av sínum slag í USA í bert eitt samdøgur.

Áður í dag vórðu fýra vaksin og tvey børn særd undir einum festivali í Texas, og í gjár vórðu tíggju fólk, teirra millum fleiri børn, rakt, tá ein brotsgerðarmaður skeyt frá hond í eini vatnpark í Detroit.