Elin Dagbjartsdóttir gevur út frumstaklag

Lagið snýr seg um at missa eitt foreldur, og um longsulin eftir tí treytaleysa kærleikanum

Fríðmundur Nattestad
19. juni 2024 kl. 17:45

Nýggja staklagið hjá Elini Dagbjartsdóttir kallast Longsils Andarhald. Lagið snýr seg um at missa eitt foreldur, og um longsulin eftir tí treytaleysa kærleikanum.


- Elin misti pápa sín sum 16 ára gomul, og Elin á Rógvu hevði mist bróður sín, stutt áðrenn hon yrkti Elini Dagbjartsdóttir hendan vakra sangin, skrivar plátufelagið Tutl á Facebook.

Elin hevur sungið og gjørt tónleik síðani hon var smágenta. Serliga hevur hon verið aktiv í tónleikahøpi innan brøðrasamkomuna, og seinastu árini í kvinnukórinum Fljóðljóð.

Nýggja lagið hjá Elini, Longsils Andarhald, kann stroymast her.