Eitt nýtt ættarlið er við at taka yvir í kappríðing

Nú eru tey spent upp á um tey vaksnu klára at svara aftur

Frá vinstru eru tær Ása Bárðardóttir, Sólja G. Eystberg og Birna Jóanesarson
Áki Bertholdsen
27. juni 2024 kl. 10:01

Kappríðingin við Leynavatn herfyri, vísti greið tekin um at eitt ættarliðsskifti er á veg í kappríðingini. Tað sigur Føroya Ríðingafelag, nú kappingin er farin aftur um.

Felagið sigur nevniliga, at vinnarin var undir 18 ár, og tað vóru nummar tvey og trý, eisini. Tær høvdu eisini eitt annað í felag og tað er, at tær eru allar gentur, so kanska er tað eitt tekin um nýggjar tíðir. 

Felagið sigur, at tær tríggjar eru eisini sera dugnaligar og leggja nógva orku í ítróttin. Tær hava kappast nógv í tvíspor fyri ung, men nú hava tey so tikið sigurspallin frá teimum vaksnu.

Ása Bárðardóttir ið gjørdist nummar tvey við Leynavatn á ryssuni, Silfu, er verandi føroyameistari, Silja G. Eystberg ið kappast á hestinum, Óðin, vann fyri fystu ferð hjá teimum vaksnu, nú hon vann á Leynavatni. Tær báðar eru úr Havn. Og Birna Jóanesarson ið gjørdist nummar trý við hestinum, Braga, er úr Saltangará. 

– Nú verður spennandi at fylgja við í teimum næstu kappingunum, um tey vaksnu megna at svara aftur, ella um hetta er eitt ættarliðskiftið ið er komið fyri at vera. Næsta kapping verður vesturi í Vágum nú sunnudagin, seinnapartin, sigur felagið.