Ein eftirlýstur bilur, eitt mál um harðskap og trygdarskapandi tiltak í nátt

Løgreglan hevur havt blandaðar uppgávur í gjár og í nátt

Áki Bertholdsen
15. september 2024 kl. 11:15

Hetta seinasta samdøgurið hevur bjóðað upp á eitt sindur av hvørjum hjá løgregluni. 

Í Havn varð ein bilur stolin, helst er hann stolin í fyrradagin. Eigarin eftirlýsti bilin á Facebook, men síðani varð eisini ringt til løgregluna. Bilurin varð afturfunnin í gjár, tá ið eigarin sjálvur gekk seg fram á hann har hann stóð parkeraður. 

Løgreglan hevur tikið ein mann, sum tey hava illgruna um, er tann, sum stjól bilin - men hann noktar seg sekan. Løgreglan kannar nú málið og ein partur av hesum er at fáa greiði á, hvussu tjóvurin kann hava fingið fatur á lyklunum. Lógu lyklarnir í bilinum, fær eigarin bót, tí tað er ólógligt at fara frá bilinum og lata lyklarnar liggja í honum.

Í nátt varð eisini ringt til løgregluna at melda harðskap. Tað var ein, sum skuldi havt verið fyri harðskapi og viðkomandi hevði eisini fingið onkrar snuddir. 

Løgreglan hevur havt fatur á gerningsmanninum, men tað málið verður nú kannað nærri. Eitt nú skulu vitni avhoyrast, tann, sum hevur verið fyri harðskapinum skal avhoyrast og tað skal gerningsmaðurin eisini. Eitt, sum hevur seinkað arbeiðnum er, at gerningsmaðurin skal avhoyrast á fremmandum máli.

Løgreglan sigur, at hóast veðrið hevur verið ringt, hevur tað verið nógv fólk í býnum kring landið. 

Í hesum sambandi hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna. Tey siga, at einir 50 bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir - men ein hevði gloymt at taka koyrikortið við sær. 

Løgreglan sigur eisini, at aftur í nátt høvdu tað tey kalla eitt trygdarskapandi tiltak. Tað merkir, at løgreglufólk ganga í býnum og ansa eftir, og tað hendi seg fleiri ferðir at tey løgdu upp í, har fólk vóru komin til ilnar, og fingu skilt partarnar sundur, áðrenn tað endaði við slagsmáli.