Dómararnir nokta at døma við Løkin

Nú fær hendingin fríggjakvøldið, tá ítróttarstjórin í NSÍ legði á dómaran, avleiðingar.

Ragnar Sjúrðarson
2. juli 2024 kl. 14:33

Dómarafelagið hevur boðað Fótbóltssambandinum frá, at dómararnir nokta at døma í Runavík, verður trygdin hjá dómaranum ikki raðfest

Hetta veit In.fo at siga.

Dimmalætting spurdi í gjár Kristin Dam Ziska, aðalskrivara í Fótbótbóltssambandinum, um tey fóru at taka málið upp, tá Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, í tveimum umførum legði á dómaran, aftaná dystin ímóti KÍ fríggjakvøldið.

Aðalskrivarin svaraði, at hann skuldi koma við einum svari í dag. Hetta hevur Kristin Dam Ziska ikka gjørt. Men leiðarin fyri kappingar og dómarar hjá FSF, Ása Klakkstein Kalsø, skrivar í telduposti til Dimmalætting í dag, at FSF ikki hevur viðmerkingar til málið í løtuni.

Nú fær atburðurin fríggjakvøldið hjá ítróttarstjóranum í NSÍ kortini avleiðingar. Sum skilst krevur dómarafelagið broytingar viðvíkjandi trygdini hjá dómaranum, um teirra dómarar skulu døma dystin. 

Fríggjadagin klokkan 17 skal NSÍ spæla móti 07 Vestur við Løkin.