Dinna hevur verið kommunuskrivari í 35 ár

15. juni í ár hevði Dinna Jensen starvast sum kommunuskrivari hjá Runavíkar kommunu í 35 ár

Mynd: Runavíkar kommuna
Runavíkar kommuna
11. juli 2024 kl. 22:08

15. juni í ár hevði Dinna Jensen starvast sum kommunuskrivari hjá Runavíkar kommunu í 35 ár og í dag fyllir hon 65 ár. Í sínari tíð avloysti hon hin legendariska Karl Johan Hansen, ið hevði sitið sum kommunuskrivari fyrst í Nes Sóknar kommunu og síðan í Runavíkar kommunu. Tá ið hann fór frá fyri aldur varð søkt eftir nýggjum skrivara. Dinna fekk starvið og byrjaði í hesum fyri góðum 35 árum síðan.

Meðan rembingar og broytingar í stóran mun hava merkt hesi árini, ber til at ásanna, at tað yvirhøvur hevur gingið framá á mongum økjum. Tað var ikki so langt fráliðið, eftir at Dinna var byrjað í starvinum, at Føroyar rendu seg inn í eitt búskaparligt ódnarveður. Tað rakti líka meint her í økinum sum kring um allar Føroyar. Seinri bragdaði tað aftur, og í 0´unum hendu tær stóru kommunalu samanleggingarnar, táið Skála, Funnings, Elduvíkar, Oyndarfjarðar- og Runavíkar kommunur løgdu saman undir heitinum hjá hesi seinast nevndu.

Hesi árini er kommunan við hesum vaksin í vídd og fólkatali soleiðis, at hon í dag er triðja størsta kommunan í landinum. Meðan Dinna hevur verið skrivari hava hesir verið borgarstjórar: Hans Tausen Olsen, Jákup Lamhauge, Rodmundur Nielsen, Hans Jacob Lamhauge, Magnus Rasmussen og Tórbjørn Jacobsen.

Dinna er úr Runavík við ættarbondum til Æðuvíkar og Lamba. Á ein hátt er hon vorðin ein kommunal institutión, ein ímynd av Runavíkar kommunu. Um døgverðamálið í dag hevði hon bjóðað allari miðfyrisitingini til ábit heima hjá sær sjálvari, og tá vóru gávur handaðar henni meðan borgarstjórin nýtti høvið til – vegna allar borgarar okkara - at ynskja henni til lukku við teimum 65 og teimum 35 árunum, og annars tosaði hann um hesi 35 árini og hennara drúgva og trúgva leiklut í okkara kommunala høpi ígjøgnum skiftandi tíðir.