Danska stjórnin hevur mist meirilutan

Ein av teimum, sum saman við Lars Løkke Rasmussen stovnaði Moderaterne, hevur í kvøld meldað seg úr flokkinum

Jeppe Søe hevur í kvøld meldað seg úr Moderaterne
Jóannes Hansen
5. september 2024 kl. 18:53

Stjórnin hjá Mette Frederiksen hevur í kvøld mist meirilutan í innanríkismálum. Tað vil siga, at tað nú eru 87, sum taka undir við stjórnini, og tað eru 88 ímóti. Tá verður ikki roknað við teimum báðum føroysku og teimum báðum grønlendsku fólkatingslimunum. Føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir plaga ikki at atkvøða, tá ið tað snýr sum spurningar, sum bara hava við donsk viðurskifti at gera.

Nýggja støðan kemst av, at Jeppe Søe, ið er ein av teimum, sum saman við Lars Løkke Rasmussen stovnaði Moderaterne, í kvøld hevur meldað seg úr flokkinum. Á valinum 1. november 2022 vóru 16 vald at umboða Moderaterne. Nú eru tey 13 í tingbólkinum.

Hesa vikuna hevur tað verið nógvur turbolenskur í donskum politikki og serliga í Moderaterne. Tað kemst av, at fleiri starvsfólk hava givið til kennar og kært til Arbeiðseftirlitið um arbeiðsumhvørvið í flokkinum. Tey í siga seg hava verið happað, eyðmýkt og seksuelt niðurgjørd.

Jeppe Søe umrøddi í síðstu viku flokkin sum en sexistisk klovnebus, og hann kravdi fyrr í vikuni, at ein uttanhýsis kanning verður gjørd, og at tað fær starvsligar avleiðingar fyri tey, sum hava ábyrgd av hesum. Á meiri enn níggju tíma longum fundi týsdagin var niðurstøðan, at tað er ikki neyðugt við uttanhýsis kanning.

Í kvøld veit danska blaðið BT at siga frá enn einari søgu um, hvat sigst ganga fyri seg í Moderaterne, og nú hevur ein av stovnarunum av flokkinum boðað frá, at hann tekur seg úr flokkinum. Hann sigur í BT podkasti, at hann er bláur og liberalur, men at hann ikki enn veit, hvar hann nú fer at hoyra heima í fólkatinginum.

At parlamentariska grundarlagið undir stjórnini er viknað, og at meirilutin nú er burtur, ber við sær, at tað er størri politisk óvissa á Christiansborg, enn tað longu frammanundan hevur verið.

Farið verður undir nýtt fólkatingsár fyrsta týsdagin í oktober. Tað er týsdagin 1. oktober, tá ið Mette Frederiksen forsætisráðharri fer at halda setanarrøðu.