Danmark og Ongland liva framvegis

Danir tóku ikki av, tá ið teir í longum løtum av álvara kroystu onglendingar

Jóannes Hansen
20. juni 2024 kl. 19:04

Tað endaði 1-1, tá ið Danmark og Ongland í Frankfurt dystaðust í EM endaspælinum. Úrslitið ber við sær, at Ongland hevur fýra stig, og at Danmark hevur tvey stig. Tá ið Danmark og Serbia hittast í síðsta umfari, sum verður týsdagin, so er tað longu nú greitt, at Ongland hevur spælt seg víðari í 1/8 finaluna.

Danmark og Slovenia hava tvey stig, og harvið vera tað týsdagin úrslitini millum Serbia – Danmark og Ongland – Slovenia, sum fara at vera avgerandi fyri, hvør ella hvørji fara at halda fram í kappingini saman við Onglandi.

Harrey Kane legði eingilsku favorittarnar á odda eftir kiks í donsku verjuni. Men heldur enn at tað var Ongland, sum setti seg á spælið, so var tað Danmark, sum av álvara spældi seg upp. Undan steðginum javnaði Morten Hjulmand við fínum langskoti, og so var tað Danmark, sum átti besta fótbóltsspælið, og sum spældi seg til góðar møguleikar.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um, at onglendingarnir vóru bæði vónbrotnir og lættir at sleppa av vøllinum við einum stigi, meðan danir iðraðu seg um, at teir ikki tóku av, tá ið teir við fínum fótbóltsspæli, orku og góðum móti spældu við hugflogi og bjóðaði mótstøðumonnunum av frammarlaga á vøllinum.

Ongland vann seg í seinna hálvleiki til tveir góðar møguleikar, men tað var Danmark, sum vísti fótbóltsspæl og spældi seg til møguleikar, og tað eigur aftur at geva dønum mót um, at tað týsdagin í München fer at eydnast at vinna liðið víðari úr bólkaspælinum.