Danmark er á veg til hús

At enda vunnu týsku favorittarnir tryggan sigur í Dortmund

Jóannes Hansen
29. juni 2024 kl. 22:46

So er leikluturin hjá Danmark í hesum EM endaspælinum liðugur. Eftir 2-0 tap í Dortmund ímóti týsku vertunum er Danmark varpað úr kappingini.

Týskland skoraði tvey mál í seinna hálvleiki, og sum tað tørnaði út seinna partin av seinna hálvleiki, so hevði Týskland fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna, men Kasper Schmeichel var ein brandur millum stólparnar.

Týskland hevði beinanvegin bóltin í danska málinum eftir horna, men dómarin bríkslaði fyri frísparki til Danmark.

Oysandi regn og torusláttur bar við sær, at allir spælararnir eina løtu í fyrra hálvleiki fóru av vøllinum. Danmark var fyrstu løtuna undir øgiligum trýsti, men so fótaðu danir sær, funnu væl hvønn annan, og eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst.

Lagnuløtan var kring tíggju minuttir eftir steðgin. Eftir fleiri ferðir aftur og fram var tað danski miðverjin Joachim Andersen, sum smekkaði bóltin í málið. So fegnaðust danir um at vera frammanfyri 1-0, men so segði VAR, at talan var um rangstøðu. Lítla løtu seinni segði VAR, at tað var brotsspark í hinum endanum, tí bólturin rakti í armin á Joachim Andersen. Arsenal spælarin Kai Havertz sendi bóltin dygst inn við stólparótini, har Kasper Schmeichel akkurát ikki rakk út.

So var neyðugt hjá dønum at spenna álopsbogan. Tað vóru spentar støður í týska brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at skora, og so var tað Jamal Musiala, sum í skjótum mótálopi setti bóltin í málið.

Danir eru á veg til hús, og spurningarnir eru, hvussu tað verður við landsliðnum, tá ið Nations League verður í heyst.

Hjá Týsklandi er tað, sum tað plagar at vera. Týskland ætlar sær at vinna EM á heimavølli. Næsta takið verður fjórðingsfinalan, sum verður fríggjadagin ímóti vinnaranum av dystinum millum Spania og Georgia, sum verður í annaðkvøld.