Daniel verður aftur liðfelagi við Adrian

Vinstribakkurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við Hillerød Fodbold

Mynd: Hillerød Fodbold
Fríðmundur Nattestad
17. juni 2024 kl. 12:00

Daniel Johansen, sum seinastu tíðina hevur spælt við Thisted FC í triðbestu donsku deildini, tekur nú eitt stig upp, og skal spæla við Hillerød í næstubestu donsku deildini.

Hillerød Fodbold boðar í morgun frá, at felagið hevur gjørt eina trý-ára avtalu við fyrrverandi HB-leikaran.

Mynd: Hillerød Fodbold

- Vit eru glað um at Daniel nú skal spæla fyri okkum. Hann hevur nógvar altjóða royndir, og hevur spælt nógvar dystir bæði í Danmark og í Føroyum. Daniel passar væl saman við okkum virðum, og hann økir um kvalitetin í okkara hópi, sigur Jackie Liljedahl Rasmussen, stjóri í Hillerød Fodbold.

Ein annar føroyingur er í Hillerød, nevniliga Adrian Justinussen, og spældu hann og Daniel saman í HB í nógv ár.

Daniel Johansen hevur fingið troyggju nummar 27, og byrjar at venja við felagnum 27. juni.