Brúka neyðugu tíðina fyri at sleppa undan verkfalli

Verður verkfall, verður siglingin skerd, men hon verður ikki heilt løgd lamin

Áki Bertholdsen
13. juni 2024 kl. 14:40

Sunnukvøldið endaði verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum eftir eina drúgva semingsoynd

Men semingsmaðurin fóru beint aftur í eldin, tí nú skulu teir royna at finna semju ímillum Fíggjarmálaráðið og allar yvirmenninar við teimum almennu skipunum.

Her er talan um maskinmeistarnar og skipararnar hjá Strandferðsluni, Vaktar- og bargingarskipunum og havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra.

Samráðingarnar ímillum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið eru slitnaðar so nú roynir semingsmaðurin at finna eina semju.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur at tær semingsroyndirnar ganga sína gongd.

Hann hevur tosað við partarnar og nú situr hann so og vigar fyri og ímóti.

Hann hevur ikki kallað partarnar saman aftur til eina veruliga semingsroynd enn

Tær semingsroyndirnar ganga sína gongd og eg farið at taka ta tíð, sum er neyðug fyri at finna eina semju, sigur hann.

Talan er um tvær semingsroyndir, tí maskinmeistararnir eru fyri seg og skipararnir og stýrimenninir eru fyri seg.

Skuldi tað enda við verkfalli, verður siglingin hjá Strandferðsluni hart rakt, men hon verður ikki heilt lammað, tí partarnir hava bundið seg til at Strandfaraskipini skulu sigla minst ein túr um dagin í tríggjar vikur.

Eftir tað skulu partarnir samráðast um víðari sigling.

Í avtaluni sum er gjørd, stendur, at »Í samband við arbeiðssteðg binda partarnir seg til at lata skipini á øllum farleiðum sigla minst einaferð um samdøgrið. Sigling í Kalsoynna, í Sandoynna og til Nólsoyar skal tó verða minst 2 ferðir um dagin í 21 dagar. Aftan á tað skulu partarnir verða samdir um framhaldandi sigling«.

Siglingin upp á Sandoynna er ikki longur, men enn eru skip á hinum rutunum. Tað merkir, at feløgini hava bundið seg til at lata Smyril, og hini skipini sigla minst ein túr um dagin. 

Men her er tað, at trupulleikin stingur seg upp, tí hvat er ein túrur?

– Spurningurin er, hvussu hugtakið, ein túrur, skal tulkast, hevur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, áður sagt við okkum.

Tað er eingin ivi um at myndugleikarnir tulka tað sum at ein túrur merkir ein túrur aftur og fram.

Hinvegin segði hann, at Maskinmeistarafelagið tulkar hugtakið »ein túrur«, við Smyrli sum ein túrur úr Suðuroy til Havnar - ella ein túrur úr Havn til Suðuroyar. 

Stendur hendan tulkingin við, fer Smyril at sigla úr Suðuroy til Havnina - men so fer hann ikki suður aftur fyrr enn dagin eftir. 

Tað merkir, at ferðafólk og farmur fer so bara at sleppa úr Suðuroy annanhvønn dag og tað sama ger seg galdandi fyri ferðafólk og farm, sum skal til Suðuroyar. Tað sama verður galdandi fyri allar hinar ruturnar eisini.

– Verður talan um verkfall verður fyrsta stigið at fáa staðfest, hvussu hugtakið »ein túrur«, skal tulkast, segði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.

Hann segði, at verður verkfall, verður hetta málið helst lagt fyri gerðarrættin, sum so skal gera av, hvussu hetta ivamálið skal tulkast.