Bileigarar fáa eina freist upp á tveir dagar

Annars verða bilarnir fluttir fyri eigarans rokning

Áki Bertholdsen
3. september 2024 kl. 08:48

Summastaðni er tað ein trupulleiki, at bilar standa á almennum støðum - við ongum nummarplátum. Tá ið bilar ikki hava nummarplátur, hava teir ikki loyvi at koyra - og tá hava teir heldur ikki loyvi til at stanfa á almennum støðum.

Men í gjár ringdu tey í Tórshavnar býráði til løgregluna um tríggjar bilar, sum stóðu við ongum nummarplátum á parkeringsplássinum við kirkjugarðin á Velbastaðvegnum.

Løgreglan veit ikki um hatta eru gomul vrak ella um hatta eru bilar, eigarin bara hevur sett har.

Løgreglan hevur verið á staðnum og hongt ein lepa undir viskaran. Har stendur, at er bilurin ikki fluttur av staðnum um 48 tímar, verða teir fluttir fyri eigarans rokning. Tá verða teir fluttir á eitt pláss, býráðið hevur til tað sama uppi á Hjalla.

Løgreglan sigur, at nú fara tey eisini at royna at fáa samband við eigararnar fyri at boða teimum frá, hvussu landið liggur. Hóast bilarnir ikki hava nummarplátuna, hava tey slag, modell, skrokknummar og sýnsseðlar at ganga eftir.