Bellingham syrgdi fyri góða lagnum í Englandi

England vann tepran sigur ímóti Serbia, sum ber við sær, at England er framst í bólkinum

Jóannes Hansen
16. juni 2024 kl. 22:20

Tað er stórt trýst á eingilsku spælarunum og venjaranum, og nú fyrsti dysturin er av, kunnu teir draga ondini eitt sindur lættari.

Í kvøld vann England 1-0 ímóti Serbia. Sigurin ber við sær, at England er ovast í bólki C við trimum stigum. Danmark og Slovenia hava eitt stig í part eftir 1-1 javnleikin fyrr í kvøld, og Serbia er niðast við ongum stigi.

Stóri maðurin í kvøld er Jude Bellingham. 20 ára gamli Real Madrid spælarin, sum longu verður roknaður millum teir bestu bæði í Real Madrid og Englandi, skoraði málið. Hann sendi við høvdinum bóltin dygst undir tvørtræið eftir innlegg úr høgru frá Arsenal spælaranum Saka.

Tað var fleiri ferðir tætt við, at eingilska leiðslan varð økt til 2-0, men Serbia hevði eisini sínar møguleikar, og eitt nú var bólturin á tvørtrænum aftanfyri málverjan Jordan Pickford.

Sigurin ber við sær, at England hevur mest sum annað beinið í 1/8 finaluni. Hósdagin er mótstøðuliðið Danmark, og um tað eydnast Englandi at vinna, so ber tað trygd fyri víðari luttøku við sær.

Hjá Danmark er neyðugt at vinna ímóti Englandi ella Serbia og at megna javnleik í hinum dystinum. Annars sær tað ikki bjart út fyri víðari luttøku.