Beinir hevur konsert á heimabeiti

Tónleikarin Beinir, sum er búsitandi í Danmark, hevur veruliga viðgongd á danska tónleikapallinum, og regluliga er hann at hoyra í donskum útvarpi. Nú er so avtala komin í lag um, at Beinir leitar heim til Føroya at hava eina konsert seinni í ár

Terji Nielsen
1. juli 2024 kl. 22:35

Beinir hevur veruliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark har hann m.a. hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith,Stine Bramsen og Dopha. Í vár hevði hann nakrar heilt serligar konsertir undir heitinum "Unknown Location Tour", har hann bað sínar fjepparar á sosialu miðlunum koma við uppskotum til, hvar hann skuldi hava konsertir. Úrslitið var, at hann m.a. hevði konsertir á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkklufelagi og í privatum heimum. Eftir hesa øðrvísi konsertrøðina hevði hann eina útselda konsert saman við bólki sínum á Hotel Cecil í Keypmannahavn. Seinast vit upplivdu Beinir var í sjónvarpssendingini 'fællessang' á DR, tá ið hann stóð einsamallur á trappuni í Christiansborg við sínum gittara og vøkru rødd og framførdi Gasolin sangin "Hvad gør vi nu, lille du".

Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum sum Gaffa og Bands of Tomorrow, og síðstnevnda gav honum 4,5 stjørnur av 5 møguligum fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum: "Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið".

Nú er so greitt, at Beinir fer á pallin í Løkshøll leygarkvøldið 23. november við bólki sínum. Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á loksholl.fo

Kelda: www.runavik.fo