B36 hevur vunnið seg í steypafinaluna fyri 19. ferð

Tað verður ikki enn, at tað fæst at vita, um tað verður HB ella Víkingur, sum verður mótstøðuliðið

Jóannes Hansen
19. juni 2024 kl. 22:35

Finalan í kappingini um løgmanssteypið verður leygardagin 2. november. Í kvøld varð tað greitt, at B36 verður annar luttakarin í finaluni. Hvør hin luttakarin verður er ikki greitt enn, og tað verður neyvan greitt hesumegin summarsteðgin.

B36 vann í kvøld 3-0 ímóti TB í Gundadali. Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Zean Peetz Dalügge. Í seinna hálvleiki skoraðu Anton Søjberg og Michal Przybylski. Samantaldi B36 sigurin er 3-1. Hetta er 19. ferðin, at B36 hevur vunnið seg í steypafinalu, síðani tað í 1955 varð farið undir fyrstu kappingina um ísafjarðarbikarið.

B36 hevur vunnið sjey steypafinalur. Síðsta ferðin, at B36 var steypavinnari, var í 2021, tá ið B36 vann finaluna í brotssparkskapping ímóti NSÍ.

Um tað verður HB ella Víkingur, sum fer at spæla finalu ímóti B36, fæst neyvan at vita fyrr enn eftir summarsteðgin. Seinna hálvfinalan var í kvøld í Sarpugerði. Hon varð avblást, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Tá var ov nógvur vindur at spæla, so dómarin, Eiler Rasmussen, gjørdi av at bríksla av, tí tað var ikki ráðiligt at spæla.

Tá var støðan 1-1. HB vann fyrru hálvfinaluna í Gundadali 1-0.

Í kvøld legði Áki D. Samuelsen beinanvegin HB á odda við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum. Seks minuttir undan steðginum javnaði Arnbjørn Svensson við stútara eftir hornaspark úr vinstru.

Enn er ikki avgjørt, nær Víkingur og HB aftur fara at spæla hálvfinalu. Talan verður um nýggjan dyst, og hann verður neyvan spældur fyrr enn eftir summarsteðgin.

HB hevur møguleika at vinna finaluna fyri 30. ferð. HB hevur verið í 42 finalum – 29 eru endaðar við sigri og 13 ferðir hevur HB tapt steypafinaluna.

Víkingur hevur verið í seks finalum og vunnið tríggjar.

GÍ var í seks finalum og vann tríggjar finalur, og LÍF tapti í síni tíð eina finalu.