B36 hevur keypt vongverja í Norra

Fabian Østigård Ness verður við í ferðalagnum, sum mánakvøldið fer til Lettlands at spæla í Conference League

Jóannes Hansen
3. juli 2024 kl. 21:53

B36 skrivar soleiðis í kvøld:

'Fabian Østigård Ness hevur seinnapartin skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri hetta kappingarárið.

24 ára gamli norðmaðurin kemur úr IK Start, sum spælir í norsku OBOS-ligaini, sum er næstbesta deildin. Árini 2018 til 2022 spældi hann fyri Grorud, sum eisini var í næstbestu deildini.

Hann hevur samanlagt spælt 119 dystir í OBOS-ligaini. 13 teirra hevur hann spælt í ár.

Fabian Østigård Ness hevur fyri tað mesta spælt sum vinstri bakkur, men hevur eisini roynst væl sum vongspælari.

Ness verður við í ferðalagnum, sum mánakvøldið fer til Lettlands at spæla í Conference League.