Áseting í lógina um undantøku fyri heilsutarvsfólk til at fremja ella luttaka í fosturtøku?

Eitt grundleggjandi virði undir sjúkrarøktini er, at sjúkrarøktarfrøðingurin vísir umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til orsøk til líðingina

Sjúkrarøktaretiska Ráðið
19. apríl 2024 kl. 23:41

Í samband við kjakið um sonevndu samvitskugreinina, sum hevur tikið seg upp seinastu dagarnar, vilja vit í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum geva okkara íkast til orðaskifti, sum vit vóna verður bæði sakligt og upplýsandi. 

Hendan serliga ásetingin í donsku fosturtøkulógini, sum sleppur heilsustarvsfólki undan at fremja ella luttaka í fosturtøku, er ikki  tikin við í føroyska lógaruppskotið, tó at uppskotið stórt sæð er ein umseting av donsku lógini. 

Bjarni Kárason Petersen, Landsstýrismaður í Lógarmálum, sum eigur lógaruppskotið sigur, at henda ásetingin varð vald frá av ótta fyri, at tað ikki fer at bera til at fremja fosturtøku í Føroyum, um fleiri fara at bera seg undan. 

Føroyar er eitt smásamfelag og tí er talið av serlæknum í kvinnusjúkum nógv lægri her enn í Danmark, sum aftur hevur við sær, at málið um samvitskugreinina er meira viðbrekið her hjá okkum av praktiskum orsøkum. 

Her eru ikki líka nógvir serlæknar at taka av. Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum heldur tó ikki, at hesin vandin er so veruligur, tí ert tú útbúgvin serlækni í kvinnusjúkum, so hevur tú framt fosturtøkur og tú sær hetta sum ein part av tínum arbeiði. 

Hon er tó stúrin um signalvirði sum er í, at tað ber heilsustarvsfólki til at velja ein bólk frá, sum hevur tørv á hjálp frá heilsuverkinum. Bjarni Kárason Petersen sigur tó eisini, at hann hevur fingið at vita frá Sjúkrahúsverkinum, at tey ikki meta hesa serligu ásetingina í lógini verða ein trupulleika fyri at kunna hava tilboðið um fosturtøku óskert, tí tað ber til at finna loysnir, um ein slík støða skuldi komið í.  

Tey sum skulu arbeiða undir lógini meta eftir hesum at døma ikki, at samvitskugreinin er ein trupulleiki av praktisku orsøkunum, sum landstýrismaðurin sá fyri sær. Men tað kunnu verða ein ørgrynna av øðrum, bæði praktiskum og etiskum spurningum, sum stinga seg upp, tá spurt verður, um ásetingin um at sleppa heilsustarvsfólki undan at fremja ella luttaka í fosturtøku eigur at verða partur av lógini um fosturtøku. 

Orðaskiftið um fosturtøku snýr seg aloftast um, hvørt atlit skal takast til avgerðarrættin hjá kvinnuni til at ráða yvir egnum kroppi á aðrari síðuni, og rættin til lív hjá fostrinum á hinari síðuni. 

Samvitskugreinin snýr seg tó hvørki um fostur ella kvinnu, men um atlit til heilsustarvsfólk og samvitsku teirra í samband við at fremja fosturtøku. Tá vit soleiðis hava eitt orðaskifti um, hvørt vit skulu hava hesa serligu ásetingina við í lógaruppskotið, verður spurnatekin sett við, um atlit eigur at verða tikið til heilsustarvsfólk ella ikki. 

Við verðandi uppskoti tykist áskoðanin á heilsustarvsfólk verða, at hesi fyrst og fremst hava  plikt til at hjálpa kvinnuni, sum søkir sær hjálp til at fremja fosturtøku, á sama hátt sum tey hava plikt til at hjálpa øllum øðrum, sum leita sær hjálp frá heilsuverkinum. 

Hetta siga vit út frá tí sannroynd, at samvitskugreinin er strikað, ella rættari, er ongantíð komin við í verðandi lógaruppskot.

Vit halda tó, at heilsustarvsfólk eiga at hava møguleika fyri at verða fatað sum fólk, ið koma í samband við bæði eina kvinnu og eitt fostur.

Um heilsustarvsfólk fatar fostrið, sum annaðhvørt at hava menniskjavirði frá giting ella fær størri og størri etiskan status, eftirhondini sum tað veksur til í móðurlívið, kann tað, at noyðast at fremja ella hjálpa til við at fremja fosturtøku, føra til svára sálarkvøl,  sum danska lóggávuvaldið heldur, at hesi eiga at kunna sleppast undan. 

Í Sjúkrarøktaretiska Ráðnum halda vit,  at atliti til heilsustarvsfólk í øllum førum eigur at verða tikið við í orðaskiftið um hetta viðbrekna og etiskt ógvuliga trupla mál, sum fosturtøka er.  

Tað eru uttan iva ein ørgrynna av praktiskum og etiskum spurningum, sum knýta seg at spurninginum um undantøkuáseting í komandi fosturtøkulóg. Vit halda tað tí  vera ógvuliga týdningarmikið, at vit í Føroyum hava eitt orðaskifti um hesi viðurskifti, soleiðis at ein undantøkuáseting - ella manglandi undantøkuáseting - í lógini, verður lýst og grundgivin fyri væl og virðiliga, heldur enn at verða tagd burtur. 

Ein av spurningunum, sum stinga seg upp í samband við undantøkuásetingina er, hvønn undantøkuásetingin rakar.  Tað tykist verða greitt, at tað eru serlæknar í kvinnusjúkum, sum fremja fosturtøkur, men hvørji heilsustarvsfólk luttaka?

Ein annar týðandi spurningur, sum tað longu nú verður kjakast dúgliga um á sosialu miðlunum, er, hvussu langt ella vítt undantøkuásetingin skal røkka. Er tað t.d. at rokna sum at luttaka í fosturtøku, at røkta kvinnuna, tá fosturtøkan er framd og henni tørvar røkt og viðgerð aftaná?  

Tá tað kemur til hesar og aðrar spurningar, tykist grundarlagið undir orðaskiftinum at vera rættiliga gruggut og vónandi fer orðaskifti at upplýsa hesi ivamál. 

Hóast tað kanska kann tykjast sum at loypa eitt stig um, vilja vit allíkavæl fegin byrja orðaskifti við at argumentera fyri eini avmarking av undantøkugreinini, heldur enn at taka støðu til, um hon skal við ella ikki. 

Tað gera vit við støði í tí sum Diana Reynstind vísir til í grein í Dimmalætting nú um dagarnar, og kanska serliga kjakið sum tók seg upp aftaná, har tað tóktist greitt, at fólk tosaðu út frá ymiskum fortreytum fyri avmarkingum av undantøkuásetingini.

Eitt grundleggjandi virði undir sjúkrarøktini er, at sjúkrarøktarfrøðingurin vísir umsorgan fyri øllum sum líða, uttan mun til orsøk til líðingina. Hetta er eisini fyrsta reglan í Yrkisetisku leiðreglunum fyri sjúkrarøktarfrøðingar.  

Tá Diana Reynstind vísir á,  at tað eru onkur heilsustarvsfólk, sum ikki vilja inn til hesar kvinnurnar, hóast tær hava tørv á pínulinnan ella bløða og hava tørv á røkt í tí sambandi, so samsvarar tað ikki við virðini hjá sjúkrarøktarfrøðingum. 

Vit meta tí ikki, at røkt av kvinnu aftaná fosturtøku kann skúgvast inn undir ásetingina um undantøku av samvitskuorsøkum.  

Vit vóna veruliga, at vit sum samfelag megna at fáa eitt virðiligt, siðiligt og upplýsandi orðaskifti um hesi viðurskifti, so tað ber til at fáa eyga á teir mongu partarnar av málinum, sum enn eru duld fyri flestu okkara. 

Tá avgerðin at enda verður tikin um, hvørt undantøkuásetingin skal verða við í lógaruppskotinum ella ikki, og hvørjar avmarkingarnar skulu galda,  verður tá vónandi lættari at hvíla í, at tær betru og sterkastu grundgevingarnar áttu munin.  

Við virðing

Sjúkrarøktaretiska Ráðið

Sjúkrarøktaretiska Ráðið er eitt sjálvstøðugt ráð undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar