Arto er endurreist

Nú ber aftur til at gera sær ein brúkara á arto.dk

Fríðmundur Nattestad
19. juni 2024 kl. 15:45

Stórtíðin hjá danska sosiala miðlinum Arto var mitt í 00-unum. Sosiali miðilin var tá eisini sera væl umtóktur millum ung í Føroyum. Átta ár eru liðin síðani Arto var niðurlagt, men nú er sosiali miðilin endurreistur, og tað ber aftur til at gera sær ein brúkara á arto.dk.

Tað er virkissamtakið Freeway, sum eigur og rekur Arto. Samtakið gjørdi onki hávasták burturúr, at Arto farna vikuskifti varð endurreist, tí tað var hvørki lýst við tí ella fráboðað á nakran hátt. Men kortini eru nýggir brúkarar streymaðir til heimasíðuna, og sambært Morten Wagner, stjóra í Freeway, hava heili 6.000 fólk longu gjørt sær ein brúkara á nýggju útgávuni av Arto.

- Vit hava onki gjørt, fyri at fáa fólk at gera sær ein brúkara. Har er heldur ikki so nógv innihald á síðuni enn. Vit spyrja brúkararnar, hvat teir vilja hava. Tað var soleiðis vit gjørdu í teimum góðu gomlu døgunum, so tað gera vit eisini nú, sigur Morten Wagner við TV2 Kosmopol.

Arto varð upprunaliga sett á stovn í 1998, og hevði sína stórtíð í árunum 2007-2009, tá yvir 800.000 aktivir brúkarar vóru á síðuni. Málbólkurin var børn og ung, sum nýttu miðilin til at samskifta umvegis tekst og myndir. Sosiali miðilin varð niðurlagdur í 2016.

- Eg haldi at tíðin er tann rætta. Arto varð morlað niður av Facebook fyri nógvum árum síðani, og vit hildu ikki tá, at tað gav meining at blíva við at kappast við ein kappingarneyta, sum var vorðin so stórur.

- Orsøkin til at Arto nú verður endurreist, er tí at eitt hol í marknaðinum er íkomið. Nógv ung fólk brúka ikki Facebook, og hetta gevur Arto ein møguleika fyri at vinna seg fram aftur, sigur Morten Wagner.

Hetta merkir tó ikki, at Arto einans er fyri tey yngru ættarliðini, tí sambært Wagner er vónin at raka ein breiðan málbólk. Morten Wagner leggur afturat, at hetta fer eftirspurningurin og tørvurin hjá brúkarunum at avgera.