Árni er frammanfyri allar hinar í Europa

Tvífaldi KÍ málskjúttin í kvøld er í løtuni toppskjútti í Champions League

Jóannes Hansen
30. juli 2024 kl. 23:07

Í fjør gingu klaksvíkingar um hesa tíðina myndaliga á vatninum, tá ið tað ráddi um avrik í Europa og Champions League.

Í kvøld vann KÍ 3-2 á heimavølli ímóti svenska meistaraliðnum Malmø FF, og avrikið kundi bent á, at KÍ av álvara hevur trimmað seg til nýtt europeiskt ævintýr.

Chockerande förlust på Färöarna skrivar svenska blaðið EXPRESSEN á heimasíðu síni

Svenska blaðið undrar seg yvir, at tað bar til hjá Árna Frederiksberg at skora beinleiðis við hornasparki og við frísparki úr so stórari fjarstøðu, og so fegnast sviarnir um, at samantadi sigurin ímóti KÍ ber við sær, at Malmø FF hevur tryggjað sær knapt 40 milliónir krónur fyri luttøku í europeiskum bólkaspæli. Malmø FF hevur við sigrinum ímóti KÍ tryggjað sær luttøku í Europa Conference League bólkaspælinum, og inntøkurnar verða uppaftur størri, um tað eyndast Malmø at vinna seg í Europa League og uppaftur hægri, um felagið endar í Champions League.

KÍ hevur framvegis møguleika at vinna seg í europeiskt bólkaspæl. Eftir dystarlok í kvøld segði tvífaldi málskjúttin Árni Frederiksberg, at møguleikin fyri tí eigur at vera góður:

-Tá ið vit hava okkara avrik í kvøld í huga, og tá ið vit vita, at næsta mótstøðuliðið verður eitt stig lægri enn Malmø FF er, so dugi eg ikki at síggja, at tað ikki skal bera til at vinna okkum í bólkaspæl, segði Árni Frederiksberg í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

Árni Frederiksberg legði upp til 1-0 málið hjá KÍ, og hann skoraði 2-2 og 3-2 málið. Hann hevur nú skorað 11 mál í 10 dystum í Champions League, og nú er hann toppskjútti fyri føroysk fótbóltsfeløg í Europa.

Higartil í ár hevur Árni Frederiksberg skorað fimm mál í Champions League, har hann í løtuni er toppskjútti. Máltindurin í Champions League sær soleiðis út í kvøld:

 KÍ - Malmø FF 3-2 (1-1)

1-0: Alexander Berntsson

1-1: Hugo Bolin

1-2: Andreas Christiansen br

2-2: Árni Frederiksberg

3-2: Árni Frederiksberg

Dómari: Vitālijs Spasjoņņikovs úr Litava 

Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Odmar Færø (Heini Vatnsdal, 56.), Alexander Berntsson, Patrick Da Silva (Ahmed Latif, 84.) – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Joseph Michael Williams, 74.), Albert Ejupi (Hallur Hansson, 56.), Kristoffer Ødemarksbakken – Páll A. Klettskarð (Pætur J. Petersen, 84.) 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Deni Pavlovic, Jonn Johannesen, Dan í Soylu, Børge Petersen og Claes Philip Kronberg