Arbeiðsloysið er hækkað 0,2 prosent

Í mai mánaði vóru 285 fulltíðararbeiðsleys, samanborið við 209 árið frammanundan

Fríðmundur Nattestad
25. juni 2024 kl. 17:15

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í mai, sum svaraði til 285 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 209 fulltíðararbeiðsleysum.

Hetta staðfestir Hagstovan í dag.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í mai vóru 319 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 82 fleiri enn í mai í fjør.


Minni arbeiðsloysi millum kvinnur

167 menn vóru fulltíðararbeiðsleysir í mai, ið svarar til 1,0 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri enn í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,8 prosent ella 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við í fjør.


Arbeiðsloysið størst í Suðuroy 

Arbeiðsloysið var størst í Suðuroy í mai við 2,8 prosentum. í Sandoy var arbeiðsloysið minst við 0,2 prosentum. 


Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,2 prosent arbeiðsleys í mai. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,7 prosentum.


9,4 prosent eru langtíðararbeiðsleys

30 persónar - ella 9,4 prosent - av teimum arbeiðsleysu vóru langtíðararbeiðsleys í mai. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,6 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men fýra persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir. Í mai var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 90 til 179 dagar.