Allar íbúðirnar á Heimasta Horni II í Havn útleigaðar

Hetta hóast at leiguprísurin kann væntast at vera omanfyri 12.000 kr. um mánaðin.

Rúni Korsgaard
17. juni 2024 kl. 21:00

Hetta veit Kringvarpið at siga frá í dag.

Íbúðirnar á Heimasta Horni II eru tær nýggjastu, sum eru bodnar út hjá Bústøðum, og eru tær til samans 22 í tali.

Fyri Kringvarpinum greiðir Hjørdis G. Lailudóttur, virkandi stjóri á Bústøðum, frá, at leigan ikki verður settur niður, nú at allar íbúðirnar eru leigaðar út.

Stjórin greiðir m.a. frá, at byggikostnaðurin er øktur vegna prístals- og rentuvøkstur, sum hevur ávirkað leigukostnaðin.

Eftirspurningurin hevur verið stórur sum áður, sigur Hjørdis G. Lailudóttur, og eftirsum at langtíðarhaldførið hjá Bústøðum skal tryggjast, verður leigan ikki sett niður.

"Vit kunnu bara staðfesta, at tær ognirnar, sum nú eru bodnar, hava tann kostnaðin, tær hava, og at vit hava haft góðan eftirspurning eftir ognunum á Heimasta Horni", greiddi Hjørdis G. Lailudóttur frá.

Ítøkliga er mánaðarleigan 11.300 kr. fyri íbúðirnar á Heimasta Horni II, sum hava eina búvídd á 78 fermterar. Afturat hesum kemur orkunýtslugjald áljóðandi 500 kr., sum er aconto fyri el og hita.

Samanborðið við fyrrverandi byggiverkætlanina á Heimasta Horni I frá 2014, er prísmunurin millum 3026 og 6554 kr. uttan orkunýtslu, hetta sambært tølunum á heimasíðuni hjá Bústøðum.