Ætla at gera film um grind til undirvísing í skúlanum

Endamálið er at læra børn og ung at fara í grind

Áki Bertholdsen
27. apríl 2024 kl. 11:28

Grindamannafelagið arbeiðir nú við at gera ein film við tí endamáli at undirvísa børnum í, hvussu tað er at fara í grind.

Tað sigur Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum.

Hann sigur, at eitt av fremstu endamálum hjá Grindamannafelagnum er nettupp at læra børn og ung at fara í grind.

 Ætlanin er, at filmurin skal verða undirvísingartilfar í skúlanum. Ætlanin er at býta hann upp í kapittlar og teir verða um at reka grind, drepa grind, býta og merkja grind og um at hagreiða grind til hon stendur á døgurðaborðinum.

Esmar Olsen sigur, at tey hava samband við ein framleiðara, sum hevur alla útgerðina til at gera ein film, sum hendan. Men tað er dýrt og tí er fyrsta stigið at gera eina kostnaðarmeting, og so verðu farið undir arbeiðið at útvega fígging til endamálið.

Tey skulu eisini hava eitt handrit og tað sita tey og arbeiða við beint nú. 

– Vit mugu ásanna, at lata vit ikki okkara vitan víðari til næsta ættarlið, og lata tey sleppa framat - og bera yvir við teimum, tá ið tey gera mistøk í fyrstuni - er tað púra vist, at tað verður ikki í nógv ættarlið afturat, at vit drepa grind, sigur Esmar Joensen. 

Men so kom hann eisini við eini áminning á tey, sum fara í eina grind. Tá ið upptøkur skulu gerast til filmin, er ætlanin at brúka dronur.

Hann segði, at skuldu grindafólk sæð eina dronu í luftini uppi yvir eini grind, kann talan vera um eina vinarliga dronu, so eingin skal taka nøkur óráð fyri. Men hann sigur, at tey fara at kunna væl um hesi viðurskifti.