Ætla at byggja hesi bæði háhúsini mitt í Havn

Talan er um ein íbúðarbygning við parkeringskjallara undir

Áki Bertholdsen
14. juni 2024 kl. 11:00

Gongst sum ætlað, verða hesi bæði háhúsini bygt mitt í Havnini. Tað er føroyski ríkmaðurin í Danmark, Gullak Madsen, reiðari, sum stendur fyri ætlanini og nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at fara undir arbeiðið at broyta byggisamtyktina, so at byggingin kann lata seg gera eftir lógini.

Málið um at broyta byggisamtyktina er nú lagt alment fram so at fólk fáa høvi til at siga sína meining um tað.

her síggjast húsini úr Bøkjarabrekku

Háhúsini, sum skulu byggjast, eru tveir íbúðarbygningar við í mesta lagi 16 íbúðum og við parkeringsplássum í kjallaranum til einar 100 bilar. Tað lægra húsið er 13 metrar høgt og hitt húsið verður 16 metrar høgt.

Býráðið hevur áður sagt, at talan verður um íbúðir av tí dýrara slagnum. Í veghæddini verða eisini høli til ymiskt, útvent, vinnuligt virksemi.

Tilsamans er stykkið, byggjast skal á, 1.506 fermetrar til støddar og innkoyringin verður úr Kongagøtu og útkoyringin verður í Bøkjarabrekku, sigur býráðið.

Hetta er ein ætlan, sum hevur verið rættiliga umstrídd, tí grannarnir vildu ikki vita av teirri upprunaligu ætlanini.

Hetta er grundstykki, ætlanin er at byggja á

Upprunaliga var ætlanin at byggja eitt parkeringshús við 150 parkeringsplássum og átta íbúðum á ovastu hædd. Men nú ætlanin spo broytt til at verða eitt íbúðarhús við, í mesta lagi, 16 íbúðum, við parkeringskjallara undir til einar 100 bilar.