Grein 52 spurningur um avbjóðingarnar við ferðavinnu á útoyggj

Mynd: Hanna Jensen

Grein 52 spurningur um avbjóðingarnar við ferðavinnu á útoyggj

2017-09-09 11:34 Author image
Turið Nolsøe

Hanna Jensen, løgtingskvinna, hevur sett Poul Michelsen ein §52a fyrispurning viðvíkjandi avbjóðingunum á ferðavinnuøkinum á útoyggj og á smáplássum:

  • Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni?
  • Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á arbeiðið  at byggja upp? 
  • Hvussu kann tryggjast, at ætlaða innlendis ferðavinnumenningin veruliga fer at gagna útoyggjum og smáplássum?
  • Er neyðugt at marka fígging til átøk, starvsfólk ella samskipan til ferðavinnumenning og aðra vinnumenning í útoyggj? 

Í viðmerkingunum nevnir Hanna Jensen, at útoyggjaálitð frá 1999 m.a. mælir til ígongdsetaratiltøk og útoyggjaskrivstovu.

“Vit vita, at m.a. Útoyggjafelagið hevur arbeitt við fleiri menningarverkætlanum so sum Économusé, Framleiðsluhús, Slowfood o.a. So hvørt vit fáa kunning um hesi átøk, so verður endurtikið, at tað er tungt tak at seta í verk og fáa verkætlanir gjøgnumførdar og varandi, hóast sera væleydnað hugskotstíðarskeið. Tí er tilmælið um fíggjarligt ískoyti til at tryggja útoyggjarnar sum vinnuøki eisini regluliga tikið fram í hesum høpi”, sigur løgtingskvinnan í viðmerkingunum.

Fyrsta niðurstøða í hesum álitið er, at ferðavinnutilboð skulu samskipast og stuðlast í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og vinnu, soleiðis at ferðavinnutilboð verða ment kring landið. Onnur niðurstøðan snýr seg um burðardygd. Hanna Jensen leggur dent á, at hóast hetta aloftast snýr seg um nátturu, so troka sosialar/mentanarligar og búskaparligar avbjóðingar seg eisini fram.

“Stóri spurningurin er, hvussu ein verulig menning úti í hesum oyggjum og økjum kann tryggjast - oyggjar og støð, sum eru tey heilt serligu ferðavinnuupplivingarnar, sum Føroyar kunnu bjóða, hóast peningurin og onnur gagnlig úrslit í dag ikki liggja eftir her í serliga stóran mun. Tí verða hesir spuringar settir.” sigur Hanna Jensen í fyrispurninginum.

Fyrispurningurin kann lesast í síni heild her.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður