Granskingarráðið: Tíggju nýggir ph.d.-arar í 2017

Mynd: Visualhunt.com

Granskingarráðið: Tíggju nýggir ph.d.-arar í 2017

2018-01-05 12:47 Author image
Innsent

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tíggju føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2017. Tvær av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum.

21. apríl vardi Jóhanna Martina Petersen, lækni, ph.d.ritgerð sína á Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: "Prevention of ulcer-complications related to NSAID/Aspirin by using a CDSS - a Randomised clinical trial in General Practice". Les meira her

5 . mai vardi Heini í Skorini ph.d.-ritgerð sína á King’s College, University of London. Ritgerðin kallast: ”Human Rights Language as a Double-Edged Sword: Examining the Clash on Freedom of Expression and Defamation of Religions in the UN System”. Hon er fíggjað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

Í juni 2017 vardi Magda Lambaa Altinok, lækni, ph.d.ritgerð sína við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: "Quality of life, mental and physical health in polycystic ovary syndrome". Les meira her 

24. august vardi Sólvá Káradóttir Eliasen ph.d.-ritgerð sina á Fróðskaparsetrinum, Ritgerðin kallast: "Primary production on the Faroe Shelf – Spatial and temporal variations with links to hydrography". Les meira her

22. september vardi Christina Solmunde Michelsen ph.d.ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast “John the Baptist’s Public Ministry in Lk 3:1-20: Is Luke a Writing Reader of Matthew?”. Les meira her

13. oktober vardi Katrin Hoydal ph.d.ritgerð sína við NTNU. Ritgerðin kallast "Levels and endocrine disrupting effects of legacy POPs and their metabolites in long-finned pilot whales of the Faroe Islands". Hon er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her
9. november vardi Pauli Fríðheim Petersen ph.d.-ritgerð sína á DTU. Ritgerðin kallast: “Early Warning of Cascading Outages in Electric Power Systems”. Les meira her

17. november vardi Kalpana Vijayavarathan ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur verið dupult innskrivað á Fróðskaparsetrinum og á Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast: ” Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies.” Les meira her

17. november vardi Arndis Simonsen, ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast “Social Influence: Imitation and Conformity in Schizophrenia” Les meira her

7. desember vardi Hallur Mortensen ph.d.-ritgerð sína við Durham University í Onglandi. Ritgerðin kallast ”The Baptismal Episode as Trinitarian Narrative: Proto-Trinitarian Structures in Mark's Conception of God.” Les meira her

Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum 
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin.

Vit hava eisini ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk ph.d.lesandi, har til ber at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo

 

Meira langlesnaður