Golden Globe virðislønir verða handaðar í nátt

Golden Globes virðislønahandanin í 2013 (Mynd: Los Angeles Times)

Golden Globe virðislønir verða handaðar í nátt

2018-01-07 10:42 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í nátt verður filmsárið 2017 mett og vigað. Hvør fær Golden Globe virðislønina fyri besta film ella besta kvinnuliga og mannliga leikara? Hvør er besti útlenski filmurin og hvør er besta sjónvarpsrøðin?

Hesir spurningarnir verða svaraðir úr Los Angeles, California í nátt. 

Bólkarnir eru nógvir og tilnevningarnar eru enn fleiri. Teir filmar, ið eru tilnevndir til besta film innan drama-bólkin eru Dunkirk, The Post, The Shape of Water, Call Me by Your Name og Three Billboards Outside Ebbing, Missouri.

Millum bestu leikarar eru fleiri kend nøvn eisini tilnevnd. Bæði Meryl Streep og Tom Hanks eru tilnevnd fyri filmin The Post. Eisini nøvn sum Daniel Day-Lewis, Judi Dench, Helen Mirren og Gary Oldman eru tilnevnd sum bestu leikarar.

Av sjónvarpsrøðum ið eru tilnevndar bestu sjónvarpsrøðir er dystopiska søgan um The Handmaid's Tale og nærmyndin av bretska kongsveldinum og bretsku drotningini, The Crown.

Av bestu útlenskum filmum er svenski filmurin The Square á listanum av tilnevndum. Eisini er filmurin First They Killed My Father, ið snýr seg um fólkamorðini, ið fóru fram í Kambodja í sjeytiárunum, tilnevndur hesa heiðursløn.

Um tú vilt síggja allan listan av tilnevningum til Golden Globe heiðurslønirnar, trýst so her.


Meira langlesnaður